Í seinastu viku visti heimasíðan hjá NSÍ at siga at Hjálgrím Elttør hevði gjørt sáttmála við felagið
NSÍ hevur skrivað undir ein eitt ára sáttmála við klaksvíkingin Hjalgrím Elttør, ið serliga má sigast at vera styrkur fyri álopspartin á liðnum.
Henda mánaðin, síðani landskappingin í Formuladeildini endaði, hevur nevndin í NSÍ havt úr at gjørt við at skrivað undir sáttmálar og at styrkja um hópin til komandi ár.
Nýggjasta navnið í hesum høpi er 23 ára gamli klaksvíkingurin Hjalgrím Elttør, sum her heima hevur spælt við KÍ, umframt at hann eisini hevur spælt við Fremad Amager í donskum fótbólti.
Hjalgrím hevur somuleiðis snoddað til A-landsliðið nakrar ferðir, og higartil er tað blivið til 12 landsdystir tilsamans.
Helst kemur okkurt aftrat
Enn er ikki endaliga greitt, hvussu hópurin hjá NSÍ fer at síggja út, tí sum skilst er ætlanin at styrkja um hann við einum verjuspælara aftrat.
Men higartil sær NSÍ-hópurin til komandi ár soleiðis út, nøvnini nevnd í bókstavarøð:
Anderson Castilho
Andy Olsen
Bogi Løkin
Brynjolvur Nielsen
Debes Danielsen
Einar Hansen
Hjalgrím Elttør
Jens Martin Knudsen
Johann Troest Davidsen
Jónhard Frederiksberg
Jónstein Petersen
Jústinus R. Hansen
Nenad Stankovic
Óli Hansen
Predrag Stankovic
Sjúrður Jacobsen
Venjari: Johan Nielsen
Hjálparvenjari: Pauli Poulsen




