Enn einaferð eydnaðist tað Føroya Bjór at gerast vinnari í einari royndarsmakking.
Jólabryggið frá Føroya Bjór gjørdist vinnari í sínum bólki, tá royndarsmakking, sum Selskab for Vestjysk Ølkultur skipaði fyri, var mánadagin í vestjútlandi.
Royndarsmakkingin var skipað í bólkar eftir alkohol innihaldi. Bjórið var býtt í tveir bólkar alt eftir, hvussu sterkur mjøðurin var. Føroya Bjór ølin var bólkað í 1. & 2 klassa, ið hevur tað lægsta innihaldi av alkohol.
Teir 85 luttakarar sluppu so at royna tey 18 sløgini, sum vóru á skránni, har einasta informatión tey fingu um bjórið var eitt tal, umframt upplivingarnar við teimum ymisku sansum hjá luttakarunum.
Luttakararnir gjørdu hvør í sinum lagi eina meting av luktinum, litinum, smakkinum og evnunum hjá ølinum at varðveita skúmið, umframt at onnur viðurskifti, sum eru við til at geva eina heildarmynd av bjórinum, vórðu vektað. Við støðið í einum stiga frá 1 til 5 fingu tey einstøku sløgini hvør sítt skoðsmál.
Í klassa 1 & 2 gjørdist jólabryggi frá Føroya Bjór vinnari. Hetta er ein heiður, sum teir nú hava fingið manga ferðir.
Í hinum bólkinum, sum Føroya Bjór ikki kann luttaka í vegna forðingar í føroysku lóggávuni, gjørdist Willemose Jule Ale, frá Bryggeriet Vestfyn vinnari. (Ein lóggáva sum tykjast láturlig, tá vit lógliga innflyta og selja aðrar drykkjuvørur, eitt nú vín, ið er væl sterkari enn 5,8 %)
Tá besta Jólabryggið fyri báðar bólkarnar varð funnið, gjørdist Jólabryggið frá Føroya Bjór næstbest.
Úrslitini frá royndarsmakkingini (bara trý tey bestu eru vístar her):
Bólkur 1 (Klassi 1 & 2):
1. Föroya Bjór, Jólabryggj
2. Albani, Rødhætte og Fur Bryghus, Julebryg
3. Bryggeriet Herning, Julebryg
Bólkur 2 (Klassi 3 & 4):
1. Bryggeriet Vestfyn, Willemoes Jule Ale
2. Bryggeriet Vestfyn, Willemoes Julebryg
3. Thisted Bryghus, Thy Juleren
Úrslit fyri báðar bólkarnar:
1. Bryggeriet Vestfyn, Willemoes Jule Ale
2. Föroya Bjór, Jólabryggj
3. Bryggeriet Vestfyn, Willemoes Julebryg
Les meir á: www.svo.dk




