Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heidi Petersen, løgtingskvinna: Tveir fyrispurningar

(Norðlýsið – Tíðindi)

Heidi Petersen spyr Jógvan á Lakjuni landsstýrismann í mentamálum, tveir spurningar um fólkaskúlan

Munnligur fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni landsstýrismann í skúlamálum.

Verður aðalorðaskifti í løgtinginum um fólkaskúlan jólatrøll?

1.    Nær verður aðalorðaskifti í tinginum um føroyska fólkaskúlan.

Viðmerking:

Havi spurt eftir aðalorðaskifti í tinginum um føroyska fólkaskúlan nú í skjótt trý ár, og havi í spenningi bíða eftir hesum. Í summar lovaði landsstýrismaðurin at leggja upplegg til aðalorðaskifti fyri tingið í november í ár.

Nú skriva vit 5. desember 2006, og landsstýrismaðurin í mentamálum hevur enn onki upplegg lagt fyri tingið og ongin fráboðan um nakað aðalorðaskifti er komin, tí spyrji er henda spurning.

—-
Munnligur fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni landsstýrismann í mentamálum.


Viðvíkjandi tímum til serligan tørv og persónligum stuðlum í fólkaskúlanum.

1.    Kann landsstýrismaðurin greiða tinginum frá støðuni við tímum til serligan tørv í skúlaárinum 2006/07, fáa øll tímar sum hava tørv á tí?
2.    Kann landsstýrismaðurin greiða tinginum frá støðuni viðvíkjandi persónligum stuðul til næmingar í fólkaskúlanum, hvør er tørvurin og hvussu ætlar landsstýrismaðurin at nøkta hann?
3.    Er tað rætt at persónligur stuðul til næmingar í fólkaskúlanum hevur viðført at næmingar við serligum tørvi hava fingið minni undirvísing?
4.    Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við støðuna?


Viðmerkingar:
Sjálvt um tað var staðfest 7. september 2005 at børn við serligum tørvi hava rætt til at fáa persónligan stuðul við inn í fólkaskúlan, var hetta ikki tikið til eftirtektar av myndugleikunum fyrr enn við skúlaársbyrjan í august 2006, næstan eitt heilt ár seinni.

Avgerðin hjá kærunevndini er púra greið, at almannastovan ikki kann nokta persónligan stuðul til eitt barn í skúlatíðini við tí grundgeving at tað tá er skúlaverki sum eigur at bera útreiðslurnar.
Grundgevingin er at soleiðis sum lógin er orða, er onki, sum forðar fyri at játta stuðulsfólk sum persónligur hjálpari eftir § 17, stk. 2 í forsorgarlógini eisini til skúlabørn.

Í fólkaskúlanum verður veitt sernámsfrøðilig ráðgeving og sernámsfrøðiligur stuðul til næmingar við serligum tørvi, hetta er undirvísing sum er laga til tørvin hjá einstaka næminginum.

Undir viðgerðini av løgmansrøðuni í august í ár var spurt um lagt var uppfyri at skúlin nú eisini skuldi umfata teir persónligu stuðlarnar, og svarið var, at arbeitt var við málinum.

Tí hesar fyrispurningar, hvussu gongur við at finna eina loysn sum er nøktandi fyri allar partar.