Klaksvíkingar vunnu 5 steyp í talvfinaluni Klaksvík
Klaksvíkingar vunnu 5 steyp í talvfinaluni Klaksvík og Sandavágur gjørdust stóru sigursharrarnir í heiðurmerkjum í FM í telving fyri ung, har Klaksvík vann 5 steyp, Sandvágur 5, Havnin 4 og Rókur (Oyri) 1 steyp. Steypini til Klaksvíkar vórðu vunnin av Rógva Dragaberg, Herborg Hansen, Boga H. Eliasen og beiggjunum Einar og Heðin Gregersen.
FM fyri ung er, uttan undantak, hæddarpunktið hjá yngru telvarunum. Intensitetur, spenningur, nervar, stunandi foreldur og kenslubogin verður spentur á tamb. FM 2006 prógvaði dyggiliga at hetta er støðan ár undan ári.
Nógv er uppá spæl.
Umframt FM heitið, verður somuleiðis telvað um NM pláss til Norðurlendska Meistaraheitið, sum hesuferð verður í Íslandi í februar mánað 2007. Telvað verður í 5 aldursbólkum og 2 teir bestu í hvørjum aldursbólki luttaka í NM.
FM 2006 gjørdist tó nakað heilt serligt.
Eftir at seinasti leikur varð fluttur í Argja skúla leygardagin, kundi staðfestast, at á fyrsta sinni høvdu heili 2 gentur tryggjað sær NM pláss. Hetta er ikki hent áður. Sára Olsen skrivaði enntá søgu, tá hon sum fyrsta gentan nakrantíð, í bólkinum U12, vann eitt FM heiti í talvi. Herborg Hansen endaði, eftir lokna kapping, somuleiðis ovast, men ájøvn í stigum við Rógva Dragaberg. Umdystin vann Rógvi.
Havnin vann bólkarnar U20, U14 og U12, meðan Klaksvík var einaráðandi í bólkinum U16. Og Sandavágur hevur hesi seinnu árini havt "patent" uppá U10 bólkin og tað helt sær aftur hesuferð.
Klaksvíkin og Sandavágur gjørdust stóru sigursharrarnir við atliti at samlaðu heiðurmerkjaúrtøkuni. Klaksvík vann 5 steyp, Sandvágur 5, Havnin 4 og Rókur (Oyri) 1.
Somu feløg umboða Føroyar til NM – tó meiri javnt býtt: Havnin (3), Klaksvík (3), Sandavágur (3) og Rókur (1). Spennandi hópur, har 3 telvarar royna seg á fyrsta sinni í hesum høpinum: Herborg Hansen, Sára Olsen og Heðin Gregersen.




