Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rani Nolsøe skrivar: Barn mítt um tú blómur vilt..!

Norðlýsið

Hesa ársins myrkastu og mest harðbalnu tíð, var tað ein næstan ótrúlig kensla at standa á Føroya 10. hægsta fjalli.

Mangan havi eg eygleitt henda vakra og stolta tind, tá eg havi koyrt suður og norður gjøgnum Sundalagið. Tað hevur tykist mær, sum um Svartbakstindur óvanliga oftani er mjørkavavdur.

Svartbakstindur er 803 metrar høgur, liggur omanfyri Svínáir, millum Blámansfjall, Vaðhorn og kempurnar Slættaratind og Gráfelli norðanfyri, og Skerðing, Oknadalskarð og Miðalfelli sunnan fyri.

Undarligt, sum hetta alvakra og høga fjall er so ókent manna millum.

Vit fóru av stað um morgunin 20. desember, systursonurin Carl Eli Nolsøe og hagtalsfrøðingurin Regin Reinert. Vit tríggir hava nevniliga høg fjøll og talv, sum felags áhugamál. Tað gekk heldur ikki long tíð, fyrr enn Regin hevði roknað út, at neyvan hevur nakað fylgið við so høgari miðalrating, sum okkara, verið uppi á Svartbakstindi.

Eftir at hava tosað við røktingarmannin, sum røkir Svartbakstind, fóru vit tryggir avstað. Leiðin gekk niðanfrá úr Svínáum, niðan í Svínáhaga Norðaruhelvt, norðanvert Stórá, niðan á Stígar og Veggin, og síðani niðan á sjálvan tindin sunnan í frá.

Svartbakstindur er ikki tungur at ganga, men hendan dagin var veðrið buldrut. Nógvur vindur og skýggjað. Tá vit nærkaðust toppinum, klárnaði brádliga í, og vit sóu so at siga alt landið í allar ættir.

Uppi á tindinum hevði vindurin styrki av kolandi ódn, so støðgurin hjá okkum var sera stuttur. Nakrar heilt fáar minuttir at njóta útsýnið, nakrar myndir, og so omanaftur.

Oman komin og veðurbardur kundi eg í mínum stilla sinni staðfesta, at eg henda rokaliga 20. desember 2006 umsíðir hevði fingið øll tey tíggju fjøllini í Føroyum omanfyri 800 metrar undir føturnar: Slættaratind, Gráfelli, Villingadalsfjall, Kúvingafjall, Havnartind, Nakkin, Teigafjall, Urðafjall, Middagsfjall og loksins Svartbakstind.

Hvørja ferð eg havi stigið á hesi høgu og stoltu fjøll, eru orðini hjá Karsten Hoydal runnin mær til hugs:

‘Barn mítt um tú blómur vilt,

finna eingin eigur,

mást tú klúgva huga tíns,

brøttu bjargaleiðir’

Lívið hevur lært meg sannleikan í hesum djúpu orðum. Rokna ikki við løttum sniðgøtum, um tú ætlar tær lívsins stóru avreksverk.

Eina tøkk til mínar felagar á hesu gonguferð, við ynski um eini gleðilig og friðsæl jól í øllum Føroyum.