Jórun Høgnesen, sigur, at Klaksvíkar kommuna metti, at tilboðið frá Viðareiðis kommun er so mikið gott, at Kl kommuna ikki kundi vísa hesum tilboðnum aftur.
Avtalan um røktarheimið, sum Klaksvíkar kommuna og Viðareiðis kommuna hava gjørt, er ein góð og virðilig loysn fyri tey eldru í øllum norðuroyggjum. Peningurin til íløguna verður ikki avsettur fyrr enn í 2008 og er íløgan í eldrarøktina í øllum norðuroyggjum, sigur Jórun Høgnesen, formaður í Sosialu nevnd í Klaksvíkar kommunu.
Nógv hevur verið at hoyrt um avtaluna millum Viðareiðis og Klaksvíkar kommunu um bygging av røktarheimi á Viðareiði. Eitt nú hevur Gunnvá við Keldu, býráðslimur, ført fram, at hon ikki skilir, at íløgur verða gjørdar uttanfyri kommunumark.
Hví ikki tá?
Norðlýsið hevur spurt formannin í Sosialu nevnd, Jórun Høgnesen, um bakgrundina fyri avgerðini hjá Klaksvíkar kommunu, sum á býráðsfundi tann 20. desember avgjørdi at fara í samstarv við Viðareiðis kommunu um bygging av røktarheimi. “Hví fara tit uppí samstarv við Viðareiðis kommunu um bygging av røktarheimi, so stutta tíð eftir, at kommunan ikki sjálv søkti um stuðul frá landinum til at byggja røktarheim?”
– Í desember 2005, fingu vit møguleika, at søkja um stuðul til bygging av røktarheimi í kommununi. Skotbráið var sera stutt, og fíggjarætlanin fyri 2006 var júst samtykt, sum ikki hevði pening avsettan til eldraøkið, tí vit høvdu raðfest m.a. barnaansing og skúla frammarlaga á fíggjarætlanini, og hetta bar í sær, at vit eisini máttu gera íløgur í hesar verkætlanir í 2007, 2008 og 2009, møguliga enn longur um neyðugt. Vit høvdu ein kunnandi fund við Almanna og Heilsumálaráðið, sum upplýsti okkum um treytirnar fyri at senda inn umsókn, og um bygging av røktarheimi í kommununi. Vit mettu , at um vit sendu áðurnevndu umsókn inn tá, so máttu fleiri av teimum eins átrokandi íløgunum fyri fíggjarárið 2006 strikast. Avgjørt var, at halda fast við tær ætlaðu íløgurnar og taka eldraøkið við aftur í 2008. Hetta var sostatt grundin til, at vit ikki sendu okkara umsókn inn tá. Vit vistu, at tørvur er á røktarheimsplássum, og vit vistu eisini at hinar kommunurnar í Norðuroyggjum høvdu ætlanir á eldraøkinum.
Aðrar kommunur í Norðuroyggjum søktu
Viðareiðis kommuna, saman við øðrum kommunum í Norðuroyggjum, søkti tá um stuðul til bygging av einum røktarheimi. Tá umsóknin var viðgjørd fingu tey at vita, at hon ikki var fullfíggjað, men at hurðin framvegis skuldi standa opin, soleiðis, at tey kundu fáa stundir at koma við eini meiri nágreiniligar lýsing av ætlanini hjá kommununum. Tá hetta var gjørt, gav Viðareiðis kommuna Klaksvíkar kommunu eitt tilboð um at koma við í samstarv við teir.
Jórun Høgnesen, sigur, at Klaksvíkar kommuna metti, at hetta tilboð var so mikið gott, at Klaksvíkar kommuna ikki kundi vísa hesum tilboðnum aftur. Tað sum liggur í hesum tilboðnum er, at Klaksvíkar kommuna játtar, at hon skal gjalda helvtina av kostnaðinum, ið er eftir, tá landið hevur goldið tær 500.000 túsund krónurnar, sum verða lætnar í almennum stuðli fyri hvørt búpláss.Um aðrar kommunur koma við í ætlanina, so minkar sostatt einans parturin hjá Viðareiðis kommunu. T.v.s. at um heimið t.d. hevur 20 búpláss og kostar 24mio.kr. so rindar landið 20 ferðir 500.000kr, ið er 10mio.kr. Eftir er so 14mio.kr at gjalda. Harav skal Klaksvíkar Kommuna so gjalda helvtina, 7mio.kr.
Virðilig loysn
Við hesum býtislyklinum heldur formaðurin í sosialu nevnd í Klaksvík, at kommunan hevur gjørt eina góða avtalu, sum grundleggjandi er ein góð og virðilig loysn fyri tey eldru í norðuroyggjum.
– Á Viðareiði er serstakliga náttúruvakurt og hartil er lendið sera slætt – umhvørvið er ein perla at byggja eitt røktarheim í, heldur Jórun.
Hartil heldur hon, at á Viðareiði er rættiliga friðarligt, og at økið, ið Viðareiðis kommuna hevur sett av, er sera væl egnað til at byggja eitt røktarheim á.
Økið, ið talan er um, liggur á høgru hond, tá koyrt verður tvørtur um bygdina ávegis yvir móti hotellinum, ið liggur á vinstru hond.
– Tað er umráðandi, at vit hava fyri eygað, at hetta er ein virðilig loysn fyri tey eldru í Norðuroyggjum, sum hava tørv á røktarheimsplássi. Harnæst er tað ein spurningur um kommunukassan. Við at byggja eitt røktarheim á Viðareiði fáa vit eina minst líka góða loysn, sum vit høvdu fingið um bygt varð í Klaksvík, men í hesum førinum sleppa vit fyri hálvan prís, sigur Jórun Høgnesen.
Eitt økið
Ein misskiljing, sum fleiri hava er, at Klaksvíkar kommuna við hesi avtaluni stuðlar ella hjálpir Viðareiðis kommunu við at nøkta hennara tørv á eldrarøkt, uttan sjálv at kunnu brúka røktarheims plássini, ið verða tøk tá røktarheimi stendur klárt.
Jórun Høgnesen, vísir í hesum sambandi á, at allar norðuroyggjar eru at rokna sum eitt økið, tá talan er um røktarheim. Tí er tað skeivt, at siga at Klaksvíkar kommuna ger eina íløgu á eldraøkinum uttan fyri kommunumark. Eldri borgarar á Kallsoynni, Kunoynni eins væl og borgarar úr Svínoy og Fugloy, hava javnbjóðis rætt at koma á røktarheimi á Viðareiði, sum viðingar og klaksvíkingar hava. Í so máta er talan ikki um, at Klaksvíkar kommuna fer útum økið at stuðla aðrari kommunu í at byggja røktarheim, tí borgarar í Klaksvík hava líka góðan rætt at fáa pláss á nýggja røktarheiminum á Viðareiði sum viðoyingur.
Í dag er tað nevniliga eisini soleiðis, at um ein viðoyingur hevur tørv at fáa eitt pláss á Norðoya Røktarheimi, so hevur hann javnbjóðis rætt við aðrar borgarar í Norðuroyggjum. Havast skal eisini í huga, at raksturin av røktarheimunum liggur fullkomiliga á landinum, so kommunurnar í Norðuroyggjum gjalda ikki fyri raksturin av røktarheimsplássunum.
– Brúksrætturin er akkurát tann sami um røktarheimið liggur í Klaksvík ella á Viðareiði. Einasti munur er staðseting, og tí skulu vit ikki roknað hesa avtaluna, sum at Klaksvíkar kommuna ger eina íløgu í einari aðrari kommunu, men at íløgan verður í eldraøkið fyri allar Norðuroyggjar, staðfestir Jórun Høgnesen .
Fyrsta lagi í 2008
Tað hevur eisini undrað borgarar í Klaksvík, at kommunan einans knapt ár eftir, at hon segði seg ikki hava ætlanir um at gera íløgur í eldraøkið, nú hevur gjørt eina avtalu við viðingar um at byggja eitt røktarheim.
– Tað, sum vit søgdu fyri einum ári síðani síðani var, at íløgur ikki vórðu gjørdar í eldraøkið í 2007. Hendan støðan er ikki broytt, tí peningurin til íløguna á Viðareiði verður settur av á fíggjarætlanini hjá Klaksvíkar kommunu fyri fíggjarárið 2008. Kanska verður eisini talan um, at ein partur av kostnaðinum av røktarheiminum verður avsettur á fíggjarætlanini fyri 2009. Tí er tað ein misskiljing, um borgarar í Klaksvík halda at peningurin longu skal takast av fíggjarætlanini fyri 2007, Tær samtyktu íløgurnar eru óbroyttar sambært hesi ætlanini, sigur Jórun Høgnesen at enda.




