Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Malltek skal gera frystihúsfundament

Norðlýsið

Malltek hevur fingið arbeiðið at gera fundament til frystihús í Ánunum ígjøgnum eitt sokallað undirhándsboð har eisini J&K Petersen var við.

Á býráðsfundinum 21. november samtykti býráðið við aðru viðgerð at seta 5 mio. kr. av til bygging av fundamenti til eitt frystihús í Ánunum. Tað er JFK samtakið, P/F Christian í Grótinum og møguliga ein triði partur, ið ætla at byggja eitt 3.500 fermetra stórt frystihús í Ánunum, sum kommunan tó letur fundament til.

Ikki boðið út
Tað hevur ljóðað at arbeiði ikki var boðið út alment. Hetta kann tykist at verða undrunarverd mannagongd, um vit hava í huga, at tað eru skattaborgararnir í Klaksvík, ið skulu gjalda fyri byggingina. Um fleiri vóru um boðið, so var størri møguleiki at fáa arbeiðið við fundamenti gjørt bíligari.

Úr kommununi frætta vit, at kommunan avgjørdi at geva tvey undirhándsboð til J&K Petersen og Malltek.

Heri Hammer, býarverkfrøðingur, sigur, at grundin til at teir ikki valdu at bjóða arbeiði alment út, var tí at tíðarætlanin fyri at fáa gjørt fundamenti til frystihúsið er trong, og kundu teir vinna eitt sindur av tíð við hesi loysnini.

Heri Hammer sigur víðari, at kommunan hevur møguleikar at bjóða arbeiði út til nakrar útvaldar fyritøkur. Hetta er fult lógligt sambært útbjóðingarlógini.

Gott tilboð
Tá teir fingu eitt gott tilboð uppá arbeiði, sum helt seg innanfyri kostnaðarætlanina hjá umsitingini, so var avgjørt at taka av tilboðnum.

Tá boðini vóru latin inn kundi Malltek úr Klaksvík gera fundamenti fyri 4,3 mio kr. og J&K fyri umleið 6 mio kr. Klaksvíkar kommuna hevur tí valt at geva Malltek arbeiðið, sum hevði lægra boðið. Býarverkfrøðingurin heldur, at teir hava fingið eina góða avtalu og ein góðan prís.

Malltek hevur enn ikki fingið endaligt skriv, um at teir hava fingið arbeiðið, men arbeitt verður í løtuni við at fáa hetta avgreitt.

Flyta fyrstihúsið
Í samband við at Smyril Line og Klaksvíkar kommuna hava gjørt avtalu, um at atløgubryggjan í Ánunum er alternativ havn hjá Norrønu, er avgjørt, at flyta staðsetingina av frystihúsinum longur norður. Tí eru í løtuni samráðingar við eigararnar av neystunum, ið liggja beint norðanfyri góðshavnina, soleiðis at frystihúsið kann flytast útfyri har neystini standa.

Eftir ætlan skal fundamenti standa liðugt einaferð í mai, tá farið verður í gongd at byggja sjálvt frystihúsið.