Fyri løtu síðan komu 90 av manningini á Atlantic Navigator á land á vestaru síðu við fiskavirkið NFCS
Bussar stóðu á bryggjuni at taka ímóti og tað Norðlýsið veit gekk alt skjótt og gott fyri seg og veit væl við hjá øllum.
Sambært smábátum sum liggja undir liðini á Navigator er 12 metra dýpið heilt inn at klettinum har báturin stendur.
Kúlustevni er uppi á landi, men hóast hetta er vón um at Brimil, sum í løtuni setur endar á bátin, fer at megna at sleipa hann av aftur hvørja løtu.
So vítt Norðlýsið veit eru eingin tekin um at hol er komið á skipið.




