Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ráða fólki frá at koyra

Oliver Joensen

Ernst Vágsgarð frá Landsverki sigur at teir góvust at grava kl. 21.00 í kvøld og ráða fólki frá at koyra á landsvegunum í Norðoyggjum í nátt.

Tað er nokk so nógvur kavi niðurkomin, sigur Ernst Vágsgarð, men tó hava vit havt tamarhald á støðuni í alt kvøld.
Tó góvust vit at grava nú kl. 21 og byrja aftur at grava kl. 05.00 í morgin tíðliga. Tað sum kemur niður nú er nakað vátari, men tó er vandi fyri at ikki verður koyrandi á onkrum strekkjum í Norðoyggjum í nátt, tí ráða vit fólki frá at koyra.