Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyameistararnir vunnu Klaksvíkskappingina

John William Joensen

Tað vóru fýra væl uppløgd lið sum møttust í Klaksvíkskappingini og úrslitið gjørdist tað sama sum í Formuladeildini 2006

Finalan millum HB og EB/STR endaði 1-1 og síðani var farið til bortssparkskapping.
Brotssparkskappingina vann HB 6-5.

Dystin um triðja og fjóðraplássið vann B36 3-1 á KÍ.

Leygardagin vann HB 2-1 á KÍ í einum sera jøvnum dysti har KÌ hevði nógvar vandamiklar møguleikar og B36 mátti lúta fyri EB/STR við einum 0-1 tapið.

Úrslitið av kappingin gjørdist tað sama sum endin á Formulakappingini í fjør.
Føroyameistararnir úr HB vunnu Klaksvíkssteypið, silvurvinnararnir úr EB/STR gjørdust nr. 2, bronsuvinnararnir úr B36 gjørdust nummar trí og KÍ endaði á einum fjóðraplássi eins og teir gjørdu í Formuladeildini í fjør.


Drúgv frásøgn um Klaksvíkskappingina í Norðlýsinum Fríggjadagin.