Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan er Føroyameistari og Greipuvinnari

Oliver Joensen

Tað var fyri stúgvandi fullari KÍ-høll at Stjørnan og VB leiktu triðja fingludystin ídag, og Stjørnan lat ongan vera í iva um hvat tær vildu.

Byrjanin av dystinum var eitt sindur trilvandi, men skjótt sást at Stjørnan ætlaði ikki at loyva VB at fara avstað við sigrinum ídag. Stjørnan spældi skjótt og kontant, og harafturat hevði VB sera trupult at koma ígjøgnum kompaktu verjuna hjá Stjørnuni og til tíðir sýntust VB aloypararnir hvørki at vita út ella inn.







Fyrr hálvleikur endaði við einum 11-7 sigri til Stjørnuna.







Í seinna hálvleiki helt Stjørnan á har tær sleptu í fyrra og sjálvt um VB eitt stutt bil kom upp á 15-11, so var hetta tað nærmasta tær komu Stjørnuni, tá 27 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki vísti máltalvan 24-15 til Stjørnuna. Dysturin endaði við einum sigri til Stjørnuna upp á 24-17.







Tillukku til Stjørnuna her frá okkum.