Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seðlarnir koma út kl. 07 ímorgin

Oliver Joensen

Av politistøðini frætta vit nú, at seðlarnir frá grindini í Hvannasund, koma út kl. 7 í morgin ári.

Tað ber ikki til í skrivandi stund at fáa staðfest hvussu skift verður í grindini í Hvannasundi. Roknað við at einir 60 hvalir eru tilsamans, men samstundis verður sagt, at hvalirnir eru sera smáir gjøgnumgangandi.
Politistøðin sigur tó, at tað verður í øllum førum ikki skift til alt grindaøkið, møguliga til Eystan Múlan og í drápspartar og í ringasta fall bert í drápspartar.
Sagt verður at seðlarnir koma út á grótkastinum norðanfyri byrgingina Havnnasundsmegin, har hvalirnir liggja.