Bárður Nielsen og Tórbjørn Jacobsen fara á almennum fundi í kvøld at siga sína hugsan um einskiljingina av Føroya Banka.
Í kvøld skipa veljarafeløgini hjá Sambandsflokkinum og Tjóðveldisflokkinum í Eysturoy fyri almennum kjakfundi í Bygdahúsinum á Strondum.
Bárður Nielsen, landsstýrismaður og Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður fara á fundinum at viðgera einskiljingina av Føroya Banka, og áhoyrararnir fáa eisini høvi at seta spurningar.
Fundurin, sum er almennur, byrjar kl. 19:30.




