Linjan, ella rættari sagt væntandi linja dómarans, ávirka spælið skeivan vegin
Tað stóð nógv uppá spæl hjá KÍ og GÍ í Gøtu í kvøld – tí hvørki av liðnum vildi víkja plássið í kappingini um løgmannsteypið.
Tí vóru taklingarnar harðar og kontantar frá byrjan, og fyrstu løtu tykti tað vera í lagið at dómarin lat spæli koyra og bíðaði við kortunum.
Men so hvørt, sum dysturin leið gjørdust taklingarnar harðari og harðari og so noyddist dómarin í lumman eftir gulu kortunum, men tá hevði hann mist tamarhaldið á dystinum og at enda vóru seks gul kort givin.
Bardust á vøllinum
Ì yvirtíðini gjørdist heldur heitt millum leikararnar og mitt í einum av mongum træti-málum við eini rúgvu av KÍ og GÍ leikarum, verður KÍ liðskiparin slongdur til jarðar av Niclas Niclasen.
Dómarin var upptikin av klammarríði, men linjuverjin sær hendingina og fer rennandi tvørtur um vøllin at skilja sundur.
Men dómarin og linjuverjin tosað als ikki saman um hendingina og spælið heldur fram.
Lítla løtu seinri far Høgni Madsen ein stikning inn um GÍ verjuna, men beinini vera beinleiðis sparkað undan honum tá hann fer fram við Niclasi.
Dómari fer endiliga í lumma eftir gula kortinum, men tað var alt ov lítið og var eitt ógvuliga lítið virðiligt punktum fyri eitt vánaligt dómaravrik.
Tá KÍ leikari, lítla løtu seinri far gula korti fyri at sparka bóltin burtur – var tað eitt neyðaregg móti øllum teimum ófantaligu taklingunum, sum høvdu verið ígjøgnum stórsta partin av dystinum.
Sí myndirnar




