Infrakervið er sera nógv broytt seinastu árini, og hetta gevur m.ø. okkum í Klaksvík framúr møguleikar at síggja landið í frítíðini.
Í gjár, sunnudagin, gjørdu vit tríggir, Jørgin, Helgi og Oliver at fara ein túr vestureftir. Vit ætlaðu satt at siga at fara ein túr í Skúvadal, men ælingurin var nakað treiskur, tí hildu vit at tað kanska hevði verið forkunnugt at fari undan ættini og vestureftir.
Sum hugsað so gjørt, vit koyrdu til Vatnsoyrar, niðan við Zarepta og til endan av vegnum, higani gekk leiðin norður, ella kanska norðurvestur ímóti Fjallavatni. Á vegnum møttu vit einum eldri vágamanni, sum greiddi okkum frá, at gott var at ganga eftir gøtuni og at vit skuldu rokna við einum góðum hálvum tíma. GPS’arin hjá Helga segði okkum at teinurin var 2,13 km.
Veðrið har vesturi var av tí allarbesta og vit møttu nógvum fólki á túrinum norður. Komnir tætt til vatnið, vóru eitt nú kendir vestmenningar har. Vit hildu leiðina fram og sjálvandi høvdu vit tráðu við. Jørgin var so heppin at fáa eitt síl, ímeðan eg var fastur í einum, sum eg ikki fekk inn. Sílið hjá Jørgin var 40 sentimetrar, eitt gott vatnasíl. Helgi stendur fyri teknikkinum á gongutúrum okkara, tað er hann sum hevur eygað við GPS og kumpassini. Tá vit sótu niðri við vatnið, segði GPS’arin hjá Helga at vit vóru 94 metrar omanfyri havyvirflatuni.
Vit steðgaðu eina løtu at nýta vøkru víddirnar í Vágoynni, og fóru so aftur til gongu. Á einum bletti á gøtuni, siggjast bæði Fjallavatn og Leitisvatn, eg tók eina mynd hvønn vegin, og tær síggjast í myndarøðini.
Komnir aftur til bilin, hittu vit nøkur ungfólk. Tey vóru ovfarin av at vit høvdu fingið eitt síl, tí tey søgdu okkum at tey vóru farin kvøldið fyri við telti og høvdu roynt nógv, men onki fingið. Men hetta kenna helst øll sílaveiðufólk til.
Ein ógvuliga góður túrur.
Sum eg segði í byrjanini, so er infrakervið nógv broytt. Tað tók bert 4½ tíma frá tí vit fóru úr Klaksvík til vit vóru aftur.




