Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ venjarin tulkar útsagnirnar frá Hammerby sum frusteratiónir

John William Joensen

– Útsagnirnar hjá teimum í Hammarby vísa bara, at vit náddu okkara máli við dystinum, sigur Eyðun Klakstein við Norðlysið

– Útsagnirnar hjá teimum í Hammarby vísa bara, at vit náddu okkara máli við dystinum. Teir høvdu roknað við, at teir kundu trumla okkum niður og vinna 5-0, samstundis sum teir spardu onkrar av sínum profilum. Men so lætt var tað ikki.

– Vit kláraðu at draga teir niður í ferð, teir fingu fáar opnar kjansir og kláraðu bara at skora eitt mál. Tíðliga í seinna hálvleiki byrjaðu teir at skifta seinastu profilarnar inn, men tað segði tað sama. Teir skulu bara verða glaðir fyri, at vit ikki skoraðu eitt mál eisini, tí vit spældu væl í løtum og skaptu tveir risakjansir.

– Tað er skiljandi, at frusteratiónirnar í Hammarby eru stórar aftaná dystin, og tá skal mótstøðuliðið viðhvørt standa fyri skotum. Men eg havi einki ímóti at standa fyri skotum eftir okkara góða avrik, og um teir halda, at KÍ spældi sum eitt 4. deildarlið, ja, so var Hammarby í besta føri eitt 3. deildarlið hendan dagin – og tað syrgdu vit fyri.

– Vit vistu áðrenn dystin, at teir hava eitt betri lið enn vit, men vit vóru snildari enn teir, og tíbetur fyri okkum, so undirmettu teir eisini KÍ-liðið. Tað gera teir helst ikki aftur, og tí verður uppgávan leygardagin sera trupul.