Tríggir snotuligir trolbátar, við GR á bógnum hava ligið á Klaksvík nú um dagarnar. Hetta eru bátar, sum skulu fiska í Grønlandi fyri JFK og grønlendingar.
Í stuttari viðmerking sigur Hanus Hansen, stjóri á JFK, at JFK er størsti føroyski eigarin í Artic Prime Costal, Artic Prime Fisheries og Artic Prime Produktion.
Costalfelagið eigur 8 bátar sum trola, royna við gørnum og snellu, ímeðan Fisheries eigur Fuglberg, ið hevur broytt navn til Hagi, sum helst verður á Klaksvík ímorgin mikudagin, og síðani eigur triðja felagið Produktion, 3 flakavirkir.
Teir tríggir bátarnir, sum eru á Klaksvík ídag, eru frá 80 tons niður í 60 tons. Tveir av bátunum skulu veiða við troli, ímeðan triðji báturin fer at royna við línu, snellu ella við gørnum.
Bátarnir eru keyptir úr Danmark og hava verið til umbyggingar har, eins og teir eru vornir ísforstyrktir, higani fara teir beinleiðis til Grønlands.
5 mans vera við hvørjum av hesum bátunum.




