Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vann 1-0 á AB á Djúpumýru í kvøld

Oliver Joensen

Spenningurin var sum vera man stórur í Klaksvík ídag upp undir dystin ímillum KÍ og AB í formuladeildini, og lítið annað hevur verið tosað um ídag í Klaksvík.

KÍ legði fyri sum eitt óløgi, og tað sást beinanvegin, at tað var KÍ, sum ætlaði sær sigurin. Menn bardust á øllum postum, og tað tóktist sum um KÍ árarnir vóru meira tendraðir enn AB leikararnir.
Allan fyrra hálvleik og meginpartin av seinna hálvleiki, stýrdi KÍ dystinum, og hóast upplagdar málmøguleikar, eydnaðist tað bert einaferð at fáa bóltin í AB netið. Tað var Heðin á Lakjuni, sum eftir klumpspæl frammanfyri AB málinum fekk bóltin, og langaði hann í netið úr stuttari fjarstøðu.
Fleiri mál komu ikki. Men dysturin gjørdist sannur gysari upp undir endan, tá AB tveitti alt fram á vøllin og trýsti KÍ aftur ímóti 16 meturin. Besta møguleikan hevði Allan Mørkøre hjá AB á javna, tá hann í stuttari fjarstøðu frá opnum KÍmáli langaði bóltin langt uttanfyri handaru stong.
Ein kærkomin sigur til klaksvíkingar og KÍ, sum nú hevur fingið meira luft niður til hini liðini í botninum.
Atli Danielsen, ið eins og hinir á liðnum leikti ein góðan dyst, fekk tíanverri reytt kort. Annars kann sigast, at spælið gjørdist eitt sindur hart til tíðir, og dómarin gav tí fleiri gul kort.

Harleyfacadeacryl