Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dysturin KÍ-AB 1-0: Atli Danielsen kom, sigraði – og sá reytt

Norðlýsið ÍTROTTUR

Hevði tað ikki verið fyri reyða kortið í 92. minutti, so hevði come-back’ið hjá Atla Danielsen verið fullkomið, tí við honum á vøllinum gjørdi KÍ-liðið tað, sum tað ikki hevur megnað í samfull 7 umfør á rað – nevniliga at vinna!!

Eingin maður vinnur ein fótbóltsdyst einsamallur – tað skal eitt liðavrik til – og tað var júst tað, sum KÍ-liðið gjørdi mikukvøldið. Tað var ein liðinnsatsur, sum vildi nakað, og var tað ikki fyri stórbrenning í KÍ-álopinum, so hevði sigurin verið munandi størri enn tepra 1-0 úrslitið.

Tryggleiki á
miðvøllinum

Atli Danielsen gav øllum KÍ-liðnum og serstakliga miðvøllinum ein tryggleika, sum ein leikari við hansara styrki og støði gevur, har hann er.

Heilt frá byrjan setti hann seg í respekt, tí longu í 5. minutti smekkaði hann til ímóti AB-málinum úr áleið 30 metrum, og bólturin rakti stongina.

Tá fór eitt suð ígjøgnum alla áskoðarafjøldina, og so var øllum greitt, bæði KÍ- og AB-viðhaldsfólkum, at Atli Danielsen veruliga var komin heim at hjálpa KÍ og hann meinar nakað við tað!

Longu 3 minuttir seinni – í 8. minutti – var Atli aftur upp á spæl, tá hann sendi ein neyvan bólt fram til Gunnar Nielsen, sum langt inni í AB-brotsteiginum eitt sindur til høgru tamdi og skeyt, men rakti á málmannin.

Soleiðis var gongdin meginpartin av dystinum og ikki minst í verjupartinum fylti harra Danielsen sera nógv upp, soleiðis at AB, í 85 minuttir av dystinum bert hevði eina einastu skotroynd ímóti KÍ-málinum, og hon fór enntá við síðuna av!!

Seinastu 5 minuttirnar av vanligu leiktíðini og í yvirtíðini broyttist hendan gongdin, tí ta løtuna hevði AB 5 skotroyndir, men eisini tær fóru allar sum ein við síðuna av.

Reyða kortið
spilti spælið

Havandi í huga, hvussu væl tað hevði gingið í dystinum, bæði hjá KÍ og Atla persónliga, so var tað eitt stórt vónbrot – ikki minst fyri Atla sjálvan – tá hann í 92. minutti fekk eitt óneyðugt reytt kort, væl hjálptur av góðum sjónleiki frá einum øðrum væl kendur klaksvíkingi á AB-liðnum.

Dómarin kann óivað grundgeva fyri síni avgerð við at vísa til lógir og reglur, men við, sum hava “blá” eygu vilja í hesum føri halda, at hann tað sama kundi havt givið báðum klaksvíkingunum nøkur borgarlig orð.

Men dømt er dømt, og tað mugu vit øll virða, og tað merkir tíverri, at Atli – sum er komin heim til í fyrsta umfari at hjálpa KÍ í 2 dystum – ikki verður við ímóti NSÍ í Runavík komandi vikuskifti.

Soleiðis er fótbóltur nú einaferð – hatta gerst ikki við – KÍ vann dystin, og tað var tað týdningarmesta.

Takk fyri tað!

KOYR Á KÍ !!