Í sambandi við Summar Festivalin 2007 koyra eykabussar úr Klaksvík eftir tiltøkini hóskvøldið, fríggjakvøldið og leygarkvøldið.
Møguleikarnir at ferðast til Summar Festivalin eru munandi broyttir, síðani fyrsti festivalurin varð hildin í 2004. Tá noyddust fólk at ferðast við báti um Leirvíksfjørð, og tað hevði við sær stórar bíðirøðir til ferjurnar. Nú er koyrandi til Klaksvíkar, og hetta hevur lætt munandi um ferðingina til og frá festivalinum.
Í sambandi við Summar Festivalin 2007 koyra eykabussar úr Klaksvík eftir tiltøkini hóskvøldið, fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Bussarnir koyra út í Eysturoynna og til Havnar. Endalig ferðaætlan verður kunngjørd seinni.




