Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar í Evropa-kapping: KÍ framdi eitt bragd: 1-1 ímóti Den Haag

(Hannefía Joensen)

Tað var fyrst og fremst ein óbendandi stríðsvilji, sum gav KÍ 1-1 javnleikin ímóti Den Haag úr Hollandi, sum trýsti øgiligt ímóti endanum, men eisini KÍ hevði møguleika at fáa 2-1.

Tá tað restaðu áleið 20 minuttir av dystinum á Svangaskarði, javnaði KÍ til 1-1 við einum skallara hjá Doris í Garði Joensen eftir eitt hornaspark.

Kí kvinnunar høvdu tá havt nøkur álop á hollendska málið, og tá áleið 20. minuttir restaðu, sendi Ranvá Andreasen eitt hornaspark væl og hart innfyri, har Doris stóð við handaru stong, har hon skallaði bóltin millum vinir og fíggindar í málið til 1-1, og so var rómur á bæði leikarum og áskoðarum á Svangaskarði. Eitt gott mál.

Annars hevði Den Haag lagt seg á odda 1-0, tá 35. minuttir vóru farnir av dystinum, eftir at liðið hevði dominerað meginpartin av dystinum.

Besta løtan hjá KÍ í dystinum mundi vera tær fyrstu løturnar í 2. hálvleiki, har Den Haag vísti veikleikar í verjupartinum, sum KÍ gjørdi sær dælt av og arbeiddi seg fram til málmøguleikar.

Eftir 1-1 málið, tá einir 12. minuttir restaðu, spældi KÍ seg til ein sera stóran málmøguleika, men tíverri fekk Rannvá ikki mál.

Annars hevði KÍ samanumtikið spælt rættiliga verjukent – serliga í fyrra hálvleiki – har bara Malena Josephsen var frammi, meðan hinar lógu longur afturi á vøllinum fyri at byrgja fyri hollendska liðnum, ið tyktist vera rættiliga gott.
Hetta sást eisini aftur í, at KÍ-kvinnurnar í fyrra hálvleiki ikki spældu seg til nakrar veruligar málmøguleikar, tó tær høvdu ligið framvið nakrar ferðir við onkrum fríspørkum og onkrum innleggum inn fyri málið hjá Den Haag.

Sigast skal tó, at KÍ-kvinnurnar spældu væl, hóast tær vóru hart trýstar.

Den Haag hevði fleiri málmøguleikar gjøgnum dystin – ikki minst í teimum allar seinastu minuttunum, tá tær gjørdu alt fyri at fáa sigursmálið, men Randi Wardum í KÍ-málinum stóð ein branddyst og gjørdi fleiri góðar bjargingar.

1-1 er eitt fantastiska gott úrslit – ja, eitt bragd, sum vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við.

Leygardagin er tað íslendska liðið Valur úr Reykjavík, sum stendur fyri tørni.

Tær sigast at vera sera góðar, men KÍ-kvinnurnar hava góðar vónir um eitt gott úrslit, eisini ímóti grannunum fyri eystan.

KOYR Á KÍ !!!