Ert tú til slagarnar hjá Billy Joel, Elton John og fleiri øðrum, so er kjansurin leygarkvøldið í Fortuna.
Tá fara gomlu rokkararnir Páll Sólstein og Rani Nolsøe at fýra eina røð av gomlum super hittum unplugged av.
Rani og Páll hava sínar røtur í rokk tónleikinum í 70’unum, og spældu saman í m.a. Marruni og Bygdamonnum í 80’unum.
Páll er helst meira kendur sum yrkistónleikari í Kongaliga Teatrinum og sum limur í klassiska bólkinum Aldubáruni, meðan Rani øll árini hevur verið partur av Frændum.
Rani og Páll hava serliga Elton John og Billy Joel sum felags arv, og nú í summar hava teir nýtt høvi at vant saman og fínpussa formin úti í Dávavirkinum.
Tá Karl Marius hoyrdi um tað, var leyst og liðugt við eini avtalu um komandi leygarkvøld í Fortuna.
Seinni í august fara Rani og Páll at spæla á Skarv í Keypmannahavn.




