Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Edmund tekur ikki undir við samgonguavtaluni

John William Joensen

Í kringvarpinum í morgun gjørdi løgtingsformaðurin greitt at hann ikki tekur undir við semjuni sum løgmaður, og formennirnir í Sambands- og Fólkaflokkinum hava gjørt

– Eg havi lagt uppskotið fram sum eitt yvirskipað mál fyri alt løgtingið. Fyri mítt viðkomandi er einki broytt viðvíkjandi hesum málinum, sigur løgtingsformaðurin, sum undirstrikar, at løgtingið eigur avgerðina.

– Tað er upp til løgtingið at gera av, hvat skal henda við hesum uppskotinum og nær møguligar broytingar skulu koma í gildi, og tað er ikki bundið av nakrari sum helst avtalu við samgonguna. Tað er lagt fram, so tingið frítt kann taka støðu til sína egnu skipan, sigur Edmund Joensen við Kringvarpið í morgun.

Einasti munur á semjuni sum samgonguflokkarnir hava gjørt og uppskotið hjá Edmundi er ígildiskoman.

Tað er alment kent at møguleikarnir hjá løgtingsformanninum at blíva afturvaldir í Eysturoyni eru minimalir og tí krevur løgtingsformaðurin at valskipanin verður broytt beinan vegin.

Harleyfacadeacryl