Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viðmerkingar til skriving um evjuplássið í Ánum

John William Joensen

Fyrst av øllum harmist eg um tilburðin, sum Norðlýsið um dagaranar bar tíðindi um.

Tað er ein royndur lutur, at seyður kann koma sær í óføri, og vit eiga øll at gera okkara til at fyribyrgja slíkar tilburðir.

Viðvíkjandi hesum tilburðinum
Seinnapartin sunnudagin varð borgarstjórin ringdur upp av bóndanum á Myrkjanoyrafestinum, sum boðaði frá, at eitt lamb var komið sær í óføri norðuri á nevnda evjuplássi.

Bóndin varð upplýstur, sum rætt er, at tað er IRF, ið umsitur og hevur ábyrgd av nevnda plássi, men fyri at bjarga íkomnu støðuni gav borgarstjórin boð um, at tann neyðuga hjálpin beinanvegin varð útvegað av kommununi, sum tók sær av at fáa lambið upp á turt aftur.

Ábyrgdarøkið hjá IRF
Fyrst í níti árunum yvirtók IRF gomlu evjuplássini hjá kommununi í Ánum, og IRF hevur síðan havt ábyrgd av teimum, herundir eisini at hava tey nøktandi innihegnað.

Økið verður nú riggað av
Í sambandi við nýggju góðshavnina hevur býráðið fyri góðum ári síðan sagt upp leigumálið við IRF, tí kommunan ynskir hetta plássið riggað av, men vegna vantandi pláss aðrastaðni hevur býráðið tó givið loyvi til, at IRF í eina avmarkaða tíð afturat hevur verið á økinum.

IRF hevur nú játtað at tøma evjuplássið og fylla aftur við gróti. Hetta verður gjørt í samskifti við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.

Sostatt kann nú roknast við, at IRF í næstum fer at rigga evjuplássið í Ánum av.

Býarhegnið verður kannað
Fyri í mest møguligan mun at umgangast endurtøkur av, at seyður sleppur inn um býarhegnið, er býargartnarin biðin um at kanna umstøðurnar nærri og gera tær neyðugu ábøturnar.

Klaksvík tann 4. september 2007
Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri