Eftir innsatsinum í 0-4 ósigrinum ímóti GÍ sunnudagin at døma er KÍ longu farið í vetrardvala, men vit kunnu framvegis vóna, at talan bert var um ein styttri heystferiu.
Í eini samrøðu við Norðlýsið herfyri segði Eyðun Klakstein, at ein av avbjóðingunum hjá venjarum og leikarum á Formuladeildarliðnum helst fór at vera at halda geistinum uppi alla kappingina út, nú liðið hevur bjargað sær undan niðurflytingarskrímslinum.
Nú kann staðfestast eftir 1-3 úti móti AB og síðan 0-4 heima móti GÍ, at KÍ veruliga hevur hendan trupulleikan – teir eru snøgt sagt als ikki tendraðir og uppsettir til ein rættan innsats.
Ein av áskoðarunum helt fyri, sum vit fylgdust frá dystinum sunnudagin, at Símun [Joensen] má hava ein sera stóran týdning fyri KÍ-liðið, nógv størri enn ein kanska trúði áðrenn.
Helst eru meiningarnar fleiri, bæði fyri og ímóti, men í øllum førum kann sláast fast, at KÍ ímóti GÍ sunnudagin manglaði tann stríðs- og offurviljan, ið Símun Joensen til eina og hvørja tíð stendur fyri.
Sigast skal, at Heðin á Lakjuni liðformaður royndi at ganga á odda og kempa, men har var bæði sløkt og stongt hjá so at siga hvørjum tí einasta KÍ-leikara hendan dagin.
Stórt sæð allir – og kanska serstakliga teir, sum vanliga bera liðið uppi – spældu væl undir sítt vanliga støði.
GÍ hevur stødd
styrki og Lundberg
GÌ-arar eru harafturímóti ein ímynd av stríðsvilja.
Teir spæla gaman í ikki serliga poleraðan fótbólt, men stríðsviljanum, agressivitetinum og kropsstyrkini hevur ongantíð bilað nakað, og tað gjørdi tað heldur ikki sunnudagin við Djúpumýru.
Tá KÍ fyrr í ár hevur spælt ímóti GÍ, hava dystirnir eisini verið truplir, men nú hevur liðið fingið nakað afturat, sum tað ikki hevur havt áður, nevniliga málrevin (og fyrrverandi KÍ-leikaran) Christian Lundberg, sum dugir betur enn nakar at fáa nakað burtur úr teimum málmøguleikum, sum aggressiviteturin og skjótleikin hjá hinum leikarunum skapa.
Dysturin endaði við einum 4-0 stórsigri til GÍ, sum var eitt eyðmýkjandi tap fyri KÍ-leikararnar, sum foyir smoygdu sær innaftur í KÍ-høllina.
Meira um hendan dystin í blaðútgávuni hjá Norðlýsinum fríggjadagin.




