Norðlýsið hevur fingið váttan fyri at nýggja Badmintonhøllin verður liðug tann 20.oktober so nú er bara at melda til
Tað var einaferð tíðliga í summar, at Norðlýsið boðaði frá at ein stór jólamessa verður í báðum ítróttarhøllunum í Klaksvík mánaðarskiftið November – Desember, men vit hava bíðja við at tikið móti tilmeldingum til vit vóru tryggir um, at nýggja Badmintonhøllin varð liðug til tíðina.
Badmintonhøllin, KÍ høllin og Svimjuhøllin/baðilandið
Vit hava nú fingið váttan fyri at Badmintonhøllin verður tikin í brúk longu tann 20. oktober og tí hava vit avgjørt at lata upp fyri tilmeldingum til størstu jólamessuna nakrantíð – sum verður í nýggja kraftdeplinum í Klaksvík; KÍ-hølin, Badmintonhøllin og Svimjuhøllin/Baðilandið.
Jólamessan verður sum ætlað frá hósdegnum 29. november til sunnudagin 2. desember.
Skráin, sum er sera fjøltáttað inniheldur m.a. jólabý, jólamarknað,
nógv ymiskt undirhald, mótasýningar o.m.a.. (Skráin verðu kunngjørd seinri)
Jólamarknaður
Eitt serligt økið verður avlagt til jólamarknað har privatfólk og stovnar selja ymisk hondgjørd jólaprýði o.a.l.
Prísir
Básar 6 fermetrar og 12 fermetrar – krónur 1000,- pr. m2
Básar 12 fermetrar og størri – krónur 900,- pr.m2
Jólamarknaður – luttøkugjald – krónur 1000,-
Tilmelding
Handlar, virkir, einstaklingar og framsýnarar kunnu tekna seg á telefon 456285, Fax 456498, t-post: lysing@nordlysid.fo við upplýsingum um Navn/virki, tal av fermetrum og Fartelefon.
Tey, sum fyrst melda til fáa bestu básarnar.
Norðlýsið




