Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team-Klaksvík er nú í 1. deild: Heimadystirnir bíða eftir Badmintonhøllini

Norðlýsið ÍTROTTUR

Team-Klaksvík, sum seinasta kappingarár flutti upp úr 2. deild, tapti leygardagin sín fyrsta dyst í 1. deild ímóti H71 í Hoyvíkshøllini.

Hálvan oktober fær Team Klaksvik sín egna heimavøll í Badmintonhøllini, og Fríðin Ziskason, stigtakari og formaður, upplýsir fyri Norðlýsinum, at felagið hevur gjørt avtalur við síni mótstøðulið hesa fyrstu tíðina, at liðini skulu býta um onkrar dystir, soleiðis at heimadystirnir hjá Team Klaksvík bíða til eftir hálvan oktober, tá Badmintonhøllin letur upp.

Sostatt verða nakrir útidystir á rað nú, men so kemur “lønin” seinni við lutfalsliga fleiri heimadystum upp í slag, tá nýggi heimavøllurin hjá Team Klaksvík er klárur.

Team Klaksvík spældi annars sín fyrsta dyst í 1. deild leygardagin í Hoyvíkshøllini, har H71 vann dystin 37-30.

Sum skilst er hópurin hjá Team Klaksvík eitt sindur skerdur av, at onkrir fótbóltsleikarar enn ikki kunnu vera við, tí fótbóltskappingin koyrir jú enn. Har eru 3 umfør eftir.

Á heimasíðuni hjá Team Klaksvík (www.team-klaksvik.com) verður sagt, at liðið, sum var í Havn leygardagin, var mannað av hesum leikarum: Fríðin – Danjal – Matthias – Steffan – Gunnar á Steig – Hans Jakup – Heri – Beinur – Bent – Sylvan – Tórður.

Heimasíðan upplýsir eisini, at Team Klaksvík hevur í eina tíð arbeitt við at seta leikandi venjara til besta liðið. Remus Petrea hevur tí vant við liðinum 2 ferðir, um ein avtala fæst í lag við hann er ikki avgjørt enn, skrivar felagið.

Eik hevur skriva 2 ara sáttmála við Team-Klaksvík, tað sama hava KBI & Føroyabjór

Næsti dystur hjá Team Klaksvík er í Høllini í Vestmanna ímóti 1. deildarliðnum hjá VÍF komandi leygardag tann 6. oktober 2007 kl. 17.30.