Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarstjórin greiðir frá fíggjarætlanini

John William Joensen

Heðin Mortensen borgarstjóri hevur sent Norðlýsinum eina frágreiðing um fíggjarætlanina hjá Tórshavnar Kommunu

Ársfíggjarætlanin 2008

Rakstarútreiðslur:
Raksturin hjá Tórshavnar kommunu hækkar við uml. 12% í mun til 2007. Ein partur av hesum er til vanligan lønar- og prísvøkstur. Samstundis er tað ein sannroynd, at stórt virksemið er í kommununi sum heild, og fyri at veita borgarum og vinnulívi eina skjótari tænastu, er neyðugt við eini ávísari tillaging av umsitingini.

Ein annar partur av hækkingini av rakstrarútreiðslunum hongur saman við skipanini við ókeypis busskoyring. Í eini roynd at tálma støðugt vaksandi ferðslutrýstinum í kommununi og at fáa økt um nýtsluna av Bussleiðini, gjørdi býráðið eina royndarskipan við ókeypis busskoyring í 2007. Henda skipan er blivin serstakliga væl móttikin – so mikið væl, at bussarnir ofta koyra fullsettir – og er tí ætlanin at halda fram við skipanini í 2008. Harumframt er eisini ætlanin at bøta um tænastuna, við at økja talið á bussum og koyritíttleikan.

Kommunan hevur eisini gjørt av at hækka nakað um rakstrarútreiðslurnar til umhvørvisviðurskifti. Brennistøðin var fyri nøkrum árum síðani ov nógv afturútsigld tøkniliga, og var tá gjørt av at dagføra yvir nøkur ár. Hetta arbeiði heldur fram í 2008. Eisini er skipan við rottangatøming sett í verk, og fer hon nú at virka til fulnar, so hetta hevur eisini økt nakað um rakstarútreiðslurnar.

Ein alsamt vaksandi útreiðsla liggur í at halda viðlíka nógvu kommunalu bygningarnar á nøktandi hátt, fyri ikki at koma afturút við viðlíkahaldinum, og harvið standa við einum ovurhonds stórum trupulleika um fá ár. Kommunan eigur nógvar størri og smærri bygningar, eitt nú skúlar, dagstovnar, eldrasambýli, svimjihøll og aðrar ítróttarbygningar, fyri bert at nevna nakrar av teimum. Neyðugt hevur tí verið av hækkað viðlíkahaldsútreiðslurnar nakað.

Fyri at lætta um hjá barnafamiljum hevur býráðið samtykt fleiri nýggj tiltøk í 2008. Sum er, gjalda foreldur fyri dýrasta dagstovnaplássið og fáa 25% í avsláttri av restini. Ætlanin er at broyta hetta soleiðis, at foreldur frá 1. januar 2008 koma at gjalda fyri bíligasta plássið og fáa 25% av restini. Somuleiðis er ætlanin at seta foreldragjaldið fyri ansing av børnum niður, frá 30% til 25%, og hetta fer samanlagt at kosta kommununi 7,6 milliónir krónur.

Býráðið ætlar eisini at lætta um skattin hjá foreldrum við at hækka barnafrádráttin við 500 kr. til 5.500 kr.

Á skúlaøkinum hækka rakstraútreiðslurnar fyrst og fremst, tí fleiri fermetrar verða at fara um, men ætlanin er eisini at hækka játtanina til undirvísingartilfar nakað. Hetta verður gjørt, tí tímatalið í yngru flokkunum er økt.

Býráðið hevur saman við Mentamálaráðnum gjørt av at seta á stovn námsfrøðiliga sálarfrøðiliga ráðgeving í Suðurstreymoy. Talan er um ráðgeving, sum kemur at virka tætt saman við Sernámsdeplinum, barna- og ungdómsdeildini og barnaverndartænastuni hjá kommununi. Landið kemur at varða av starvsfólkunum, meðan kommunan skal varða av hølum og skrivstovuhaldi.

Ítrottarøkið veksur alsamt við fleiri smærri graslíkisvallum kring um í kommununi, nýggjari rennibreyt og øðrum, eins og kommunan frá 1. januar 2008 yvirtekur Badmintonhøllina. Hetta hevur alt við sær, at raksturin av økinum hækkar.

Íløgur:
Tórshavnar kommuna leggur sera stóran dent á at veita borgarum og vinnulívi eina góða tænastu, og somuleiðis verður stórur dentur lagdur á at røkja ábyrgdina sum landsins høvuðsstaður so væl sum gjørligt.

Kommunan tekur í størsta álvara skyldur sínar at framtíðartryggja karmarnar fyri borgarar í kommununi, og metir tað tí vera umráðandi at gera íløgur í skúlar, eldra- og heilsurøkt, vegir, kloakkir, vatnveitingar, tyrvingarpláss og ítróttar- og frítíðarvirksemi, fyri at halda fast við virkis-, búsetingar- og trivnaðarmøguleikarnar í kommununi.

Ætlanin er komandi árini at uppraðfesta stóru skúlabyggingarnar, sum hava ligið á láni í alt ov langa tíð. Hetta eru stórar íløgur, men býráðið hevur valt at taka eitt munagott tak, so vit fáa hesar neyðugu skúlarnar bygdar, meðan vit hava ráð til tað. Komandi árini fer kommunan sostatt at nýta hundraðtals milliónir krónur til skúlabyggingar og dagføringar av verandi skúlum. Arbeiðið er longu byrjað, við tað at ein nýggjur skúli er í gerð við Løgmannabreyt í Hoyvík og ein nýggjur skúli, sum skal byggjast á Hamrinum á Argjum, verður prosjekteraður. Harumframt verður arbeitt við at dagføra fleiri av verandi skúlum.

Tórshavnar kommuna hevur ásannað, at hóast eldrarøktin er landsmál, so hevur landið ikki raðfest og sett pening av til at nøkta stóra tørvin á hesum øki. Tórshavnar býráð hevur tí gjørt av at byggja eitt nýtt røktarheim Yviri við Strond, so okkara borgarar ikki skulu fáa verri tænastu enn aðrir borgarar í landinum.

Til felagsgleði fyri okkum øll kann nevnast, at útbyggingin av Tjarnargarði við 24 plássum er um at vera liðug, og verður tikin í nýtslu ein av fyrstu døgunum.

Við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík er ætlanin at byggja nýggja heilsumiðstøð, sum partvíst skal avloysa okkurt av gomlu og ótíðarhóskandi læknahølunum í býnum, umframt at hon partvíst skal nøkta stóra tørvin á nýggjum kommunulæknastørvum.

Víðkanin av veganetinum kring landið, nú undirsjóvartunnlar eru til bæði Vágar og Norðoyggjar, setir sín dám á ferðsluna í høvuðsstaðarøkinum eisini. Sum liður í at framtíðartryggja veganetið í Tórshavn, fer kommunan tí at royna at samstarva við landið um nýggjan innkomuveg til høvuðsstaðin. Tað er sera umráðandi, at hetta verður gjørt á slíkan hátt, at núverandi ferðslutrupulleikar ikki bert verða fluttir onkra aðrastaðni, men at ferðslan verður fordeild soleiðis, at kommunala veganetið klárar at taka ímóti nógv vaksandi ferðsluni. Í hesum sambandi er kommunan farin undir eina miðvísa ætlan fyri bæði nýggjar og verandi høvuðsvegir, at binda í nýggja innkomuvegin. Arbeiðið er byrjað, og neyðugt verður við íløgum í høvuðsveganetið í nøkur ár fram.

Eitt stórt tak í hesum sambandi er at fáa nøktandi vegasamband út á Argir, sum er í somikið stórum vøkstri, at verandi veganet als ikki er nøktandi og ei heldur nóg ferðslutrygt.

Øllum kommunum er álagt at hava eitt fullfíggjað og góðkent kloakknet í 2010. Kommunan byrjaði í 2006 eina miðvísa ætlan at endurnýggja gamlar kloakkir og skipað allar nýggjar kloakkir, við tí fyri eyga at hava eina góðkenda skipan í 2010. Í 2008 verður líka nógv sett av til íløgur í dagføringar og nýggjar kloakkskipanir sum undanfarin ár, og fyri tíðarskeiðið 2006-2010 verður talan í minst lagi um 80 milliónir krónur í íløgum í kloakkskipanir.

Ítróttar- og frítíðarvirksemi er ein av hornasteinunum undir trivnaði. Rennibreyt við atletikstadion verður gjørd liðug í 2008, og er høvuðsstaðurin tá búgvin út til at skipa fyri altjóða kappingum innan frælsan ítrótt. Umframt stóru íløguna í rennibreytina, er ætlanin yvir eitt áramál at seta peningi av til aðrar stórar íløgur á ítróttar- og frítíðarøkinum. Millum annað skal ítróttar- og samkomuhøllin á Hálsi høvuðsumvælast, og byggjast skal nýggj fimleikahøll við norðara enda á Tórsvølli.

Tað næsta stóra takið hjá kommununi, tá skúlabyggingarnar eru komnar undir land, verður íløgur í vatnveitingar og reinsiverk.

Kommunan hevur verið í støðugum vøkstri í mong ár, og hetta setir krøv til vatnveiting. Stórar verkætlanir, ið skulu bøta um vatnveiting og trygdarskipanir í hesum sambandi, standa fyri framman, fyri framhaldandi at tryggja borgarum og vinnulívi í kommununi dygdargott vatn. Kommunan fer tí at seta av munandi upphæddir á fíggjarætlanini í komandi árum til hetta øki.

Hetta eru flestu av stórmálunum, býráðið arbeiðir við í løtuni, men sjálvandi eru eisini fleiri onnur mál, sum kommunan arbeiðir við.

Eru spurningar til omanfyristandandi, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við borgarstjóran ella ein av nevndarformonnunum fyri viðkomandi øki.

Vegna Tórshavnar kommunu

Heðin Mortensen
borgarstjóri 

Útreiðslur
                                         2008               2007
Fyrisiting                          58.000           48.300
Tekniskar veitingar        108.000           96.899
Skúlamál                       45.000             39.087
Mentan og frítíð               29.000           27.330
Sosial og heilsumál          35.000           33.000
Barnaansing                  135.000            122.253
Umsiting av bygningum 46.000             39.000
Nýútvegan av amboðum  3.500                     0
Útskifting av amboðum      6.500              6.500
Útveganir                        4.000                  5.500
Summararb. hjá skúlaungdómi   2.000     2.000
Aðrar útreiðslur               10.000               8.565
Reguleringskonto           3.000                 3.000
Rakstur íalt                  485.000             431.434 

Íløgur                           256.000            155.000 

Lánsgjøld                      1.000                  3.700
Íalt                              742.000               590.134