Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dagtilhaldið helt 20 ára stovningardagin

Jóhanna Sofía Joensen

Tann 11. oktober í 1987, varð Dagtilhaldið sett á stovn, eftir at bygningurin, har Dagtilhaldið hevur havt til húsa øll hesi árini, stóð til niðurrívingar.

Í røðu síni stovningardagin, segði Margit Joensen, sála, sum tá var formaður í sosialu nevnd hjá Klaksvíkar Býráð, at tað var Vilhelm Johannesen, ið frammanundan hevði sitið í sosialu nevnd, ið kom við hugskotinum um at brúka húsið til dagtilhald hjá teim eldru.
Síðani hevur nógvur aktivitetur verið í húsinum. Fyrsti leiðarin var Anna Høgnesen var Norðoyri, eftir hana tók Anna Stampe við og tá hon fór frá í 2004, tók núverandi leiðarin Mamy Dahl Sørensen við leiðarastarvinum.
Sera hugnaligt var í Skálanum hendan dagin og skipað var eisini fyri ymiskum til undirhalds.
Sum myndirnar sýna, so hugnaðu fólk sær.