sigur Høgni Hoydal, sum upplýsir at løgtingslimirnir hjá Tjóðveldisflokkinum onga innbjóðing hava fingið frá landsverk
– Tað er heilt løgið at landsverk fyrst boðar frá at Hovstunnilin ikki kann takast í brúk fyrr enn 27. oktober – vegna tekniskar trupuleikar.
– Tá man so kemur eftir at ávísir politikarar ikki kunnu vera til hátíðarhaldið – so verður tað flutt eina viku fram og eg má siga t hetta kom sera illa við hjá okkum í Tjóðveldisflokkinum.
– Vit eru nevnuliga bodnir til eitt annað hátíðarhald – sum vit fyri langari tíð síðan vóru bodnir til.
– Eg haldi eisini tað vera merkisvert at ein maður sum Hergeir Nielsen, sum jú er maðurin sum meir enn nakar annar hevur strítt fyri at fáa politiska undirtøku fyri Hovstunnlinum – als ikki er boðin við til hátíðarhaldið.
– Eg má siga sum er at eg standi púra spyrjandi yvir fyri framferðini hjá landsverk í hesum málinum.




