Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommunulæknaskipanin verri enn nakrantíð

John William Joensen

Í hesi vikuni (viku 44) er bara ein kommunulækni í øllum Norðoyggjum. Tá kommunulæknavaktin varð sett sett á stovn og sentalisera á landssjúkrahúsinum – var sagt at hetta var ein týðandi liður í at lyfta arbeiðsbyrðuna hjá Kommunulæknunum og harvið at menna skipanina.

Men tað er sjón fyri søgn at gongdin hevur verið beint tann øvugta og í dag hava vit bara ein kommunulækna til allar norðoyingar.

Næstan ógjørligt er at koma ígjøngnum til hansara í telefontíðini, og tá læknavaktin á landssjúkrahúsinum svarar á landssjúkrahúsinum – verða norðoyingar í heilum bidnir um at koyra til havnar???

Men flesti velja tó at fara beinleiðis á sjúkrahúsið í Klaksvík – siga fólk sum arbeiða í heilsuverkinum.