Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lena Anderssen loksins á pall aftur í Føroyum

Høgni Klakkstein

Konsertin verður í Atlantis í Klaksvík.

Fríggjakvøldið 09. november klokkan 21:00 fer Lena Anderssen at hava sína fyrstu konsert í Føroyum síðani fløgan "Let Your Scars Dance" kom út
tíðliga í summar.

Lena hevur júst verið á konsertferð í Evropa, har hon var serligur
gestur á konsertferð hjá avstralska tónleikaranum Xavier Rudd.
Konsertferðin, ið fevndi um 19 stórbýir, var útseld á flestu støðum og
ummælini higartil hava verið serstakliga góð. "Suverænt og hugtakandi"
skrivaði týskur ummælari á størstu tónleikasíðuni MusicQuarter.de um
framførsluna hjá Lenu, tá hon vitjaði í Týsklandi. Á konsertini í
Klaksvík fer Lena at framføra sangir av fløguni Let Your Scars Dance,
harumframt vera eldri løg og okkurt spildurnýtt tilfar á skránni. Lena
hevur Niclas Johannesen við sær á guitar hetta kvøldið í Klaksvík og
allarhelst verður onkur eyka gestur við eisini. 

Atgongumerki fáast á Shell-støðini í Klaksvík. Og í húsinum ½ tíma áðrenn konsertina.

Lýsing: Klikk  Atlantis.