Øll tekjan er farin oman av og er fokin niðan til timburdeildina hjá BORG og í løtuni verður roynt at bjarga tí sum bjargast kann
Tað var um sjeytíðina í morgun at nógvi vindurin reiv tekjuna av bygninginum hjá MEKANIK í Runavík.
Tekjan fór øll sum hon var niðan um vegin og hevur brotið seg inn á grannarnar.
Í løtuni eru nógv fólk og hjálpa til við at bjarga tí sum bjargast kann.
Glasull og anna isolatións tilfar rekst um allar geilar – men trupult er at arbeiða tí veðrið er enn sera vánaligt.
Tey hjá MEKANIK royna nú at bjarga innbúgvi og vørum undir tak.
Ein undirtekja er framvegis heil – men tað regnar niður í bygningin allastaðir.




