Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Valluttøkan í Klaksvík helst met lág

Oliver Joensen

Er tað “Anfinneffektin” ella útlitið fyri einum valdømi, ið hóttir við at gera hetta fólkatingsvalið til valið, har valluttøkan helst verður metlág í Klaksvík.

Tað er eitt sindur skakandi í skrivandi stund kl. 18.00, at bert 1440 fólk hava verið á vali í Klaksvík. Hetta eru heilar 227 atkvøður færri enn við seinasta fólkatingsval. Veðrið kann ikki hava verið nøkur umbering, tí dýrdarveður hevur verið allan dag.
Kanska er orsøkin hon, at Anfinn Kallsberg hevur lagt frá sær, ein møguleiki er eisini at fólk í Klaksvík eru meira líkasæl, nú føroyar vera gjørdar til eitt valdømi.