Tingið viðgjørdi og samtykti Sanoyartunnilin áðrenn høvuðsstaðarpressan vaknaði í morgun
Tað var eitt ræðuligt buldur í høvuðsstaðarpressuni tá snadoyartunnilin var tikin til politiska viðgerð.
Men í morgun tá uppskotið frá Bjarna Djurholm kom til 2. viðgerð – var einki umboð fyri høvuðsstaðarpressuna í tinginum.
Norðlýsið hevur fylgt viðgerðini allan morgun og tá komið var fram til atkvøðugreiðslu sást onkur morgunsúrur fjølmiðlamaður stinga nøsina inn um tinghurðina.
Portalurin hjá Sosialinum hevur enn ikki nevnt málið og útvarpið vaknaði ikki fyrr enn á døgurða.
(Tó hevur Rás2 sum helst hevur heimstað í Søldafirði viðgjørt málið)
So størsta enstaka samfelagsliga íløgan higartil í Føroya søgu var í morgun samtykt við 2. viðgerð meðan høvuðsstaðrpressan svav.
Góðan morgun




