Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Søguveitsla hjá Ungu Føroyum

(Hannefía Joensen)

Á Ungu Føroyum er útkomin Veitsla hjá Nornafaðir eftir Halldór Laxness.

Eisini sum stuttsøguskald er Laxness tikin úr leikum. Av hesum søgunum, sum eru frá tíðini 1933-1964, hava sjey staðið í Varðanum, Glugganum og Brá, men tvær hava ikki verið prentaðar fyrr. Nú ber til at ogna sær hesar ógloymandi søgurnar í bók.

Søgurnar í bókini
Lilja, sum kom á prent á føroyskum sama ár, sum hon kom út á íslendskum (1933), er um ein bygdarmann, sum doyði úti í Reykjavík og læknanæmingar brúktu líkið av til at granska í læknaskúlanum. Á jarðarferðini fylgdu læknanæmingarnir kistuni, fullari av gróti, og ansaðu eftir, at eingin skuldi royna at lata kistuna upp; men eisini ein gomul bygdarkona, Lilja, sum eingin kendi, fylgdi.
Søga úr sildini, Per Mohr (1927-53) úr Hoyvík týddi, er søgan um ta avgomlu sildagentuna, sum strevar seg oman á kaiina at slagbeita, tá ið sildarokið byrjar aftur, eftir at sildin hevur svikið í mong og long ár. Tann elligamla Kata veit ikki um nakað annað enn at arbeiða og grætur, tá ið sonur hennara tekur knívin úr hennara slitnu, viknaðu hondum og sjúgvar hana til hús.
Nýggja Ísland, sum Oskar Hermansson (1920-95) týddi, er um smábóndan, sum selur jørð sína og heldur vestur um hav við konu og børnum fyri at skapa “nógv betri framtíð” fyri seg og børn síni burtur í kanadiskum óbygdum.
Napolion Bonaparti, Ulf Zachariasen (1925-98) týddi, er søga um tann fátæka bygdardreingin, sum misti seg sjálvan burtur í ovvaksnum stórverksdreymum og ikki fann seg aftur, fyrr enn ov seint var.
Vøluspá á hebraiskum týddi Per Mohr eisini. Henda søgan og Corda Atlantica hava fyrimynd í íslendinginum Karli Einarssyni (1897-1972), sum vaks upp á Dunga í Havn, var yrkjari og sveimari og m.a. gav yrkingasavn út, sum søgan eitur eftir.
Jógvan í Breyðhúsi, Turið Sigurðardóttir týddi, er ein samrøða millum Filippus og Andras. Teir hava ikki sæst í langa tíð og nú, ið teir hittast aftur av tilvild, tosa teir um tað farna, serliga um sín góða vin Jógvan í Breyðhúsi, sum teir hava mist.
Skjólið, Hjalmar P. Petersen týddi, er ein søga um, tá ið tað mundi verið verðsins endi, og hvussu ein drongur og hundur hansara komu ígjøgnum tað.
Ta longstu søguna, Góðu gentu og Húsið, um tvær systrar, góðsku og sjálvgóðsku, reinlyndi og hugmóð, um at vera og at sýnast, hevur Turið Sigurðardóttir týtt.

Níggju perlur
Veitsla hjá Nornafaðir er list, sum tekur um hjartað, stuttleikar og stimbrar. Veitsla hjá Nornafaðir er 157 síður í hørðum bindi og kostar 195 kr.

Harleyfacadeacryl