MC-felagið í Klaksvík er rættuliga aktivt, og umframt mangt annað, teir hava havt á skránni í ár, so settu teir eisini dám á sum jólamenn.
Hóast veðrið ikki var av tí besta leygardagin, so sóust limir í Klaksvíkar MC-felag koyra kring um í býnum, sum jólamenn. Ikki bert vóru førararnir í jólaklæðum, teir høvdu eisini prýtt súkklurnar bæði við perum og grann.
Tá vit tosaðu við teir seint leygardagin, høvdu teir ætlanir um at fara til Æðuvíkar, hóast veðrið.




