Veturin og myrkasta tíðin á árinum er eisini forvitnislig fyri okkum ið hava alsk til føroysku náttúruna.
Tá vit báðir Helgi Danielsen, triðja nýggjársdag á rað gingu okkum ein frískligan túr hendan vetrardagin eystur í Skúvadalshúsið, sum vit vanliga gera einaferð um mánaðin, valdi eg at taka eitt lítið myndatól við og kundi ikki lata vera við at leggja eitt lítið slideshow á heimasíðuna.
Tá vit fóru av Oyravegnum var tað seinasta vit sóu, ein hugnaligur Pól Sundskarð, sum hevði valt at fara sær ein rennitúr hendan mongunin.
Synd at siga at vit báðir Helgi renna, men framyvir hava vit tó, og eftir góðan tíma vóru vit komnir í húsið, sum uttan ivað hevur verið ætlað til annan aktivitet enn til vitjan av bøndrum, hestmonnum og fólki sum okkum báðum. Nei, sigast má, at sera lítið sæst til skótalív kring Skúvadalshúsið nú á døgum.
Men hugnaligt er húsið og lítið skal til at fáa tað á beint aftur.
Ná fyri okkum báðar er hetta bert ein túrur at halda okkum í venjing, og tí fara vit bert á gátt at skriva í dagbókina, fyri síðani at fara aftur til hús. Alt í alt ein túrur uppá umleið tveir tímar.




