Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sterkur og ábyrgdarfullur arbeiðsmarknaður

Oliver Joensen

John Johannessen: www.john.fo: Fortreytin fyri einum sterkum vinnulívi er eitt trygt, vælútbygt vælferðarsamfelag

John Johannessen
www.john.fo

Fortreytin fyri einum sterkum vinnulívi er eitt trygt, vælútbygt vælferðarsamfelag, ið gevur einstaka menniskjanum møguleika at útbúgva og menna seg og harvið tryggja samfelagnum eina stabila, væl útbúna og virkisfúsa arbeiðsmegi.

Javnaðarflokkurin stuðlar einum sterkum vinnulívi á burðardyggum grundstøði, sum er grundarlagið undir einum góðum vælferðarsamfelag. Vinnulívið eigur at kenna sína ábyrgd fyri tí fólki, ið virkar í vinnuni, fyri samfelagnum, náttúrutilfeinginum og umhvørvinum.

Fortreytin fyri einum væl virkandi samfelag er javnstøða millum kynini á arbeiðsmarknaðinum og í familjuni. Tí skal ein nýmótans familjupolitikkur tryggja, at familjan hevur møguleika at sameina arbeiðslív og familjulív. Tað skal vera sjálvsagdur rættur, at bæði foreldur hava møguleika at tryggja teirra børnum eina góða byrjan í lívinum