Tríggir týðandi javnleikir til Petur H. Poulsen, Jákup Mikkelsen og Herborg Hansen tryggjaðu 2. deildarliðnum hjá Kl. Talvfelag 1½ stig móti botnliðnum í Sandavági.
Tað krevur nógv av Kl. Talvfelag í løtuni at halda skansan, tí felagið er so væl umboðað í liðkappingunum.
Í 1. deild eru sum kunnugt 2 lið hjá KTF og síðan hevur felagið eisini eitt lið í 2. deild, sum verður nevnt Klaksvík 3.
Sunnudagin vóru Petur Hans Poulsen, Jákup Mikkelsen, Herborg Hansen og Bogi H. Eliasen í Sandavági, og hóast tey taptu tepurt, so má úrslitið metast at vera hampiligt. Í øllum førum fingu tey tríggjar týðandi javnleikir, sum hvør gav ½ stig, ella íalt 1½ stig, sum heldur liðnum upp frá botninum.
Úrslit og støðan:
6. umfar 6. januar 2008 kl. 14
Toftir – Kollafjørður 1½:2½
Havnin 3 – Havnin 2 4 : 0
Sandavágur 2 – Klaksvík 3 2½:1½
Thomsen Jónfinn – Poulsen Petur H. ½ – ½
Christoffersen Heri – Mikkelsen Jákup ½ – ½
Olsen Hannus – Hansen Herborg ½ – ½
Gudmundsen Tórur – Eliasen Bogi H. 1 – 0
Nr. Lið Stig
1 Havnin 3 18,0
2 Kollafjørður 13,5
3 Toftir 13,0
4 Klaksvík 3 10,0
5 Havnin 2 9,5
6 Sandavágur 2 8,0




