Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heðin Zachariasen: Politikkur og raðfesting

(Hannefía Joensen)

Politikkur er at raðfesta og taka avgerðir. Vit eiga komandi 4 árini at raðfesta gransking av okkara vinnum, bæði á sjógvi og landi.

Á henda hátt menna okkara vinnumøguleikar í framtíðini. Hetta er sera umráðandi fyri, at vit kunnu skapa okkum møguleikar fyri framhaldandi vøkstri og menning av okkara vælferðarsamfelagi.

Grundleggjandi er, at vinnumøguleikar verða skaptir, tí skulu vit raðfesta íverksetan. Raðfesta gransking av okkara høvuðsvinnu. Raðfesta møguleikar og karmar fyri nýggjum vinnum, og eggja fólki okkara til at gerast partur av teimum, sum skapa og byggja, heldur enn at misrøkja og bróta niður.

Vit hava brúk fyri øllum, eingin er eins. Tí er eisini so sera umráðandi, at vit øll eru um at lyfta og menna samfelagið.
Góði veljari, set tín x við Heðin Zachariasen á lista A og fá eitt umboð, sum umboðar allar Føroyar.

Heðin Zachariasen
Fólkaflokkurin