Í kvøld fellur avgerðin, um tað verður Stjørnan ella VB, sum verður annað liðið í fanulini í steypakappingini hjá kvinnum.
Seinna hálvfinalan verður leikt í KÍ-høllini í kvøld kl. 19:00. Fyrru hálvfinaluna vann Stjørnan 28-22.
Við at vinna fyrru hálvfinaluna, sum varð leikt í Vági við, 6 málum, hevur Stjørnan eitt gott útgangsstøði undan dystinum í kvøld, men tað er onki at ivast í, at VB fer at stríðast fyri sínum møguleika. At vinna leiðsluna hjá Stjørnuni uppá 6 mál innaftur er ikki ómøguligt. Stjørnan og VB eru eisini oddalið í landskappingini, so lagt upp til ein spennandi dyst í KÍ-høllini í kvøld.




