Uppskotið frá einari samdari tekniskari nevnd hjá Klaksvíkar Býráð fall á býráðsfundinum gjárakvøldi.
Tað var annars Norðoya Kunningarstova og Ferðavinnan í Norðoyggjum, sum høvdu søkt býráði um loyvi til at vísa summargestum á økið í miðbýnum.
Í samband við 100 ára haldið hjá Klaksvíkar Kommunu verður roknað við nógum vitjandi í summar og talan var um eitt avmarkað loyvi at nýta økið – sum annars liggur sera væl fyri.
Borgarstjórin sigur við Norðlýsið, at sambært tilmælinum frá teknisku nevnd hevði hetta givið ferðavinnuni nakrar krónur í kassan – men tá uppskotið fall – verður neyðugt at leita eftir øðrum økjum til ferðafólkini.
Tilvildin ráddi í býráðssalinum
Tekniskanevnd var annars samd um at geva ferðavinnuni í norðoyggjum loyvi at brúka økið í summar, men á býráðsfundinum gjárakvøldi var ikki longur meiriluti.
Thorleif Sigurðsson, sum er partur av Teknisku nevnd var uttanlanda í arbeiðsørindum og varalimurin hjá javnaðarflokkinum, – atkvøddi ímóti uppskotinum.
Harafturat var býráði ikki fullmannað og tí gjørdist úrslitið 5 – 5 og uppskotið fall.
– Eg má siga sum er at tað er harmuligt at eitt slíkt mál verður blást upp í fjølmiðlunum – tí talan var bert um at geva ferðavinnuni eina hjálpandi hond í summarhálvuni.
– Økið liggur óvirkið í løtuni og tí høvdu ongir trupuleikar verið við at givið slíkt loyvi.
Tilmælið frá teknsku nevnd fall – og tí verður ætlanin at loyva húsvongum at brúka miðbýin summarhálváriðav ongum.




