Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein nýggjur forseti á veg

John William Joensen

John McCain var sagdur at vera ein gamal, gráur og óáhugaverdur politikari – men amerikanarar hava tikið hann til sín og nú er hann besta boði uppá at avloysa George Bush í Hvítu húsunum – sum hevði verið krúnan á einari sera áhugaverdari lívsleið.

Fyri hálvum árið síðan var tað alt sum bendi á at Hillary Clinton fór at gerast fyrsti amerikanski forsetin, men nú uppstillingarvalini USA eru komin væl áleiðis er gamli maðurin væl á veg at gerast næsti forsetin.

Unga stjørnuskotið Obama tosar um eina nýggja byrjar – alt skal broytast og gerast av nýggjum – men soleiðis hevur boðskapurin altíð ljóða hjá forsetavalenum.

Hillary tosar um at nú eiga kvinnurnar tørn og sigur seg hava flestu royndirnar – men fólk í USA hava sera ógvuligar meiningar um Clinton – og Hillary er sjálv skuldsett fyri at velja mannin – sjálvt um hesin var ótrúgvur móti henni.

John McCain tosar um at finna røttu loysnirar og vísar á sínar drúgvu royndir í politikki og sum tænastumaður í amerikanska herðinum – og hansara opni háttur at tosða um øll evni – hevur ávirkað menn og kvinnur í USA.
Hann er ikki ein tradionellur høgravendur – men er meira á miðjuni – hóast hann í grundini er konservativur.

Og so smátt eru replublikanararnir farnir at síggja ein møguleika fyri at endurvinna forsetavalið.

Undir øllum umstøðu sær út til at seinastu 20 árini við antin BUSH ella CLlNTON sum forseta eru farin í søguna.

Sera áhugaverd lívssøgu

Ein kann hava ymiskar meinginar um valevnini, men flestu eygleiðarar eru samdir um at hendingaríka lívið hjá John McCain ger at alsamt fleiri amerikanarar taka hann til sín.

Hann hatar kríggj – tí hann hevur luttikið í kríggið – men hann heldur ikki eins og Clinton og Obama at tað er rætt at USA tekur seg aftur úr IRAK.

Sí áhugavert innslag á heimasíðuni hja John McCain – um tíðina sum krígsfangi í Vietnam

http://www.johnmccain.com/bvid/