Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formligu viðurskiftini krevja sítt: Milic bíðar eftir pappírum

Norðlýsið ÍTROTTUR

Í løtuni bíðar nýggi KÍ-leikarin, Milic Curcic, eftir loyvi til at koma aftur til Føroya, og sum skilst gongur tað rætta vegin.

Tað er ikki altíð so einfalt og skjótt hjá útlendingum at fáa tey neyðugu loyvini til at koma inn í landið.

Í hesum føri er talan um ein persón, sum hevur verið í Føroyum í fjør, tá ið hann spældi við Skála, so uttan iva er tað ein spurningur um tíð, og so kann hann lenda í Vágum.

Sum skilst, arbeiðir KÍ við at fáa viðurskiftini upp á pláss.

Sambært seinastu tíðindunum miðar KÍ ímóti, at Milic Curcic, sum er verjuleikari, skal verða í Klaksvík umleið tann 22. februar.

Frammanundan er brasilski áleyparin, Rodrigo Silva, komin til Klaksvíkar.

Triði útleningurin er Jonatan Tridente úr Argentina, sum er miðvallarleikari.
Enn er ikki frætt um nakra dagfesting fyri, nær hann skal koma til KÍ, men sum skilst verður tað innan fáar vikur.