Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kappingin um at møta Stjørnuni í finaluni harðnar

John William Joensen

Nú fimm umfør eru eftir av Sunset kappingini, harðnar kappingin millum VB og Neistan um, hvat av teimum tað skal verða, sum møtur Stjørunui í fm-finaluni.

Enn liggur VB á øðrum plássi, men munurin niður til Neistan er bert tvey stig. Sunudagin skal VB royna seg móti Stjørnuni í KÍ-høllini.

Tað eru VB og Neistin sum kappast um at skula møta Stjørnuni í fm-finaluni. VB liggur best fyri, men heldur óvæntað taptu tær mikukvøldið á heimavølli móti Neistanum, soleiðis at munurin millum liðini nú bert er tvey stig. VB liggur framvegis á øðrum plássi og hevur 20 stigum, meðan Neistin á triðja plássi hevur 18 stig. Stjørnan liggur á odda við 27 stigum.

Sunnudagin far Stjørnan vitjan av VB, og er onki at ivast í, at VB fer at leggja nógv fyri at fáa stig móti fm-favorittunum. Fyri Stjørnuna er umráðandi at halda fast um fyrsta plássi, tað gevur ávísar fyrimunir í eini møgulugari fm-finalu.