Í sambandi við árliga tubbaks-átakið hjá Skúlunum, varð avdúkað, at stóra Flags-tjaldið á Summerfestivalinum verður roykfrítt.
Hetta er avgjørt, tí at tíðin arbeiðir fyri, at almenna rúmið verður roykfrítt í Føroyum.
Eisini er hetta ein liður í trygdarætlanini, tí at luftin í stóra tjaldinum hevur havt ov nógvar dálkandi bitlar.
Av tí at kanningin av skúlanæmingunum eisini vísti, at fleiri og fleiri ungdómar ikki roykja, so vóru tíðindini móttikin við stórum fagnaði á stóra tiltakinum ímóti royking, har m.a. bólkurin The Ghost framførdi.




