Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fjepparatreff: Liverpool fjepparatreff í Klaksvík

John William Joensen

Leygardagin 8. mars skipar Liverpool Føroyar fyri spennandi fjepparatreffi í Klaksvík

Hetta er fjórðu ferð at Liverpool Føroyar skipar fyri árliga fjepparatreffinum við innandura fótbólti, dysti á stórskýggja og døgverða. Í 2005 og 2006 var tiltakið á Eiði, meðan tað í fjør var á Kambsdali/Fuglafirði. Undirtøkan fyri hesum fjepparatreffunum hevur verið góð við tað at ímillum 50 og 85 limir hava luttikið í tiltakinum hvørja ferð. 

Í ár verður fjepparatreffið í Klaksvík leygardagin tann 8. mars, í sambandi við PL-dystin á Anfield ímóti Newcastle við Michael Owen & co.

Skráin
Skráin fyri dagin sær soleiðis út:

Kl. 10.00-13.00 Innandura-fótbóltur í Badmintonhøllini
Kl. 13.00-15.00 Døgverði í KÍ-kafé’ini
Kl. 15.00-17.00 Liverpool-Newcastle á stórskýggja í KÍ-kafé’ini 

Tiltakið er fyri limir í Liverpool Føroyar, og er prísurin fyri alt tiltakið einans kr. 175,- fyri vaksnar limir og kr. 100,- fyri ungar limir.

Tilmelding
Tilmelding fer fram við at gjalda á konto 6460-167.367.1 í Føroya Banka. Minnist til at upplýsa limanavn og nummar í samband við flyting og tilmelding. Seinasta freist at tekna seg er hósdagin 6. mars kl.12.00.

Ókeypis tunnilskoyring
Hendan dagin tiltakið verður, er tað ókeypis at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin og samstundis langur leygardagur í Klaksvík.

Um tit hava eitthvørt at spyrja um í sambandi við tiltakið, so eru tit vælkomin at ringja til Gutta á tlf. 230210.

Fyriskiparnir vóna at síggja nógvar limir í Klaksvík 8. mars.