Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vilja føroyska rættarskipan

John William Joensen

Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt fram uppskot um at skipa nevnd at gera føroyska rættarskipan.

Tíðindaskriv

Flokkurin vil hava rættarskipan, ið er før fyri at tulka føroyska lóg, verja føroyska stýrisskipan og rættindi fólksins

Tørvurin á føroyskari rættarskipan er alsamt vaksandi, jú fleiri málsøki verða yvirtikin og føroyskað. Serliga landsrætturin er í dag í truplari støðu, tí fleiri teirra, ið skulu seta seg inn í málini, hvørki skilja føroyska málið ella samfelagsligu fortreytirnar her á landi.
.
Løgmálaráðið hevur upp á fyrispurning svarað, at talið á vantandi dagføringum í donsku rættargangslógini kann vera alt millum 10 og 1.000. Fryktandi er fyri, at eitt so óneyvt svar í veruleikanum ber boð um, at eingin hóming er av, hvussu nógvar dagføringarnar eru í donsku lógini, sum ikki eru framdar í Føroyum.

Tí kann ikki sigast annað enn, at rættarskipanin er í kreppu. Fleiri dømi eru um sera drúgva málsviðgerð hjá ákæruvaldinum, og varðhaldsfongsling tykist vera óvanliga nógv nýtt her eins og aðrarstaðni í danska ríkinum.

Stýrisskipanarlógin sigur, at dómstólarnir eru partur av valdsbýtinum, men veruleikin er, at rættarskipanin als ikki er partur at valdsbýtinum, tí rættarskipanin virkar á fremmandum máli og uttan kunnleika til føroyska samfelagið, søgu og politiskt høpi.
Vit kunnu ikki krevja av rættarskipanini, at hon skal tulka føroyska lóg, verja føroyska stýrisskipan og rættindi fólksins fyrrenn vit fáa rættargangslóg lagaða til føroysk viðurskifti. Vit mugu hava dómarar, kønar í føroyskari lóg, ið eru førir fyri at kunna seg um viðmerkingar, søgu og fortreytir fyri rættarstøðuni.

Tíbetur er avrátt ríkisins og landsins ímillum, at rættarskipan kann yvirtakast og eiga vit at taka av hesi avbjóðing sum skjótast.

Longu í 1999 var, sum partur av grundlógararbeiðnum, farið undir at skipa føroyska rættarskipan, og er partur av fyrireikingunum tí longu gjørdur.

Uppskotið er gjørt soleiðis, at allir flokkar kunnu taka undir við nevndini, tí arbeiðssetningurin er í tveimum:

Fyrst skal nevndin dagføra rættargangslógini og skipa hana í partar, so dagføringin verður lættari. Síðani skal nevndin gera tilmæli um at skipa føroyskar dómstólar, tvs. yvirtøku av rættarskipanini. Løgtingið skal sjálvsagt taka endaliga støðu, men rættarskipanarnevndin fer at geva løgtinginum umstøður at taka avgerðina.

Uppskotið varð lagt fram, fríggjadagin 7. mars, sum løgtingstingmál nr: 136/2007

Sjálvstýrisflokkurin

Kári á Rógvi og Kári P. Højgaard