Borgar Biskopstø úr Treystinum vann 10 ára Jubileums Renningina, sum Treysti skipaði fyri leygarmorgunin
Tað vóru umleið 40 vælupplagdir rennarar, sum vóru við í renningini, sum byrjaði kl. 10.30. Líkindini at renna vóru góð, hóast tað var nakað kalt og nakrar flykrur komu niður av og á. Tað var næstan ongin vindur meðan runnið bleiv.
Runnið bleiv frá deildini hjá EIK í Bøgøtu. Tveir teir yngstu bólkarnir hjá børnunum runnu 780 m, meðan tríggir teir størru runnu 1 kilometur. Tey vaksnu runnu tvey umfør á 1,35 km ella samanlagt 2,7 km.
Rutan hjá børnunum gekk frá EIK, framvið Skýlinum, inn eftir Jógvan Waagsteinsgøtu, millum Svimjihøllina og Badmintonhøllina, tvørtur í gjøgnum garðin hjá Dáanum og so oman eftir Bøgøtu har málið var niðri við Atlantis. Tey størru børnini runnu næstan somu rutu, men niðan til Nýggjaveg og so oman eftir Bøgøtu. Tey vaksnu runnu niðan eftir Oyravegnum og so oman til Rundkoyringina og niðan til Bøgøtu og so oman eftir Bøgøtu eins og børnini.
Fyrst at renna vóru tey yngstu børnini har báðir bólkarnir runnu samstundis. Síðani runnu tey størru børnini, og har runnu allir tríggir bólkarnir samstundis, og til seinast runnu tey vaksnu.
Eftir at øll vóru komin á mál, so bleiv farið yvir í Badmintonhøllina at handa serlig jubileumsheiðursmerkir. Eftir at handanin var liðug so bjóðaði Treysti øllum luttakarum og viðhaldsfólkum kakao og bollar og kaffi og føðingardagskøku.
Á www.treysti.fo eru myndir frá renningini at síggja.
Niðanfyri eru øll úrslitini at finna.
Gentur/Dreingir f. 2002 og seinni og 2000-2001 – 780m
3.39 min. Randi á Bergi, Klaksvík, nr. 1 Ge. 2000-2001
3.59 min. Tórfríð Larsen, Treysti, nr. 2 Ge. 2000-2001
4.00 min. Kamilla Sørensen, Treysti, nr. 3 Ge. 2000-2001
4.02 min. Maria Biskopstø, Treysti, nr. 1 Ge. 2002-
4.19 min. John Herman Fuglø, Treysti, nr. 1 Dr. 2000-2001
4.30 min. Ronja Steinberg, Klaksvík, nr. 4 Ge. 2000-2001
4.34 min. Debes Christiansen, Klaksvík, nr. 1 Dr. 2002-
4.39 min. Tóra Norðá, Klaksvík, nr. 5 Ge. 2000-2001
4.41 min. Emily Rasmussen, Klaksvík, nr. 2 Ge. 2002-
5.31 min. Sonja Hammer, Syðrugøta, nr. 6 Ge. 2000-2001
5.36 min. Poul J. Christiansen, Klaksvík, nr. 2 Dr. 2002-
6.44 min. Jónas á Bergi, Klaksvík, nr. 3 Dr. 2002-
7.01 min. Benjamin Vilhelmsen, Klaksvík, nr. 4 Dr. 2002-
Gentur/Dreingir fø. 1992-1995, 1996-1997 og 1998-1999 – 1 km
3.26 min. Rebekka Fuglø, Treysti nr. 1 Ge. 1992-1995
3.43 min. John V. Johannesen, Treysti nr. 1 Dr. 1992-1995
3.44 min. Alvi Hjelm, Treysti nr. 1 Dr. 1996-1997
3.57 min. Monika Biskopstø, Treysti nr. 2 Ge. 1992-1995
4.03 min. Niclas Kruse, Norðskála nr. 1 Dr. 1998-1999
4.20 min. Olivia Kruse, Norðskála nr. 1 Ge. 1996-1997
4.23 min. Beinir Johannesen, Treysti nr. 2 Dr. 1996-1997
4.25 min. Monika P. Jacobsen, Treysti nr. 1 Ge. 1998-1999
4.37 min. Rógvi Jacobsen, Klaksvík nr. 2 Dr. 1992-1995
4.44 min. Paulina Fuglø, Treysti nr. 2 Ge. 1998-1999
4.55 min. Ásbjørg Hjelm, Treysti nr. 3 Ge. 1998-1999
Kv./Me. opin bólkur fø.1991 ella fyrr og Kv./Me. vet. fø. 1962 ella fyrr – 2,7 km
09.19 min. Borgar Biskopstø, Treysti, nr.1 Menn/nr.1 Me.Vet.
09.39 min. Jan Elmar Sørensen, Treysti, nr. 2 Menn
10.40 min. Jógvan J. Lorenzen, Treysti, nr. 3 Menn
10.49 min. Ólavur Jacobsen, Klaksvík, nr. 4 Menn
11.40 min. Richard Hansen, Treysti, nr. 5 Menn
12.17 min. Poul J.Vilhelmsen, Klaksvík, nr. 6 Menn
12.20 min. Fríðunn Steinberg, Treysti, nr. 1 Kvinnur
13.02 min. Rúni Heinesen, Klaksvík, nr.7 Menn/nr.2 Me.Vet.
13.14 min. Karin K. Petersen, Treysti, nr. 2 Kvinnur
13.32 min. Eyðun á Bergi, Klaksvík, nr. 8 Menn
13.50 min. Karl Birgir Isaksen, Treysti, nr. 9 Menn
16.07 min. Vera Larsen, Klaksvík, nr. 3 Kvinnur
16.55 min. Oluffa Hammer, Syðrugøta, nr. 4 Kvinnur
18.21 min. Bjørg Sørensen, Klaksvík, nr. 5 Kv./nr. 1 kv.vet.
18.33 min. Sámal Júst Dahl, Klaksvík, nr.10 Menn/nr.3 Me.vet.




